Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óvanliga høg flóð seinastu dagarnar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.02.2020 - 13:02 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Á myndini omanfyri sæst stabbin á Hellisenda við bert kryllinum undan. Niðanfyri myndir aðrastaðni kring Vágna og Borðoyarvík. Báturin, ið er um at søkka er ikki komin í neyð av lufttrýstinum. Búgvin við kappróðrarneystið er heilt horvin.

Orsøkin til at flóðin bæði á Borðoyarvík og á Vágni hevur verið so óvanliga høg seinastu dagarnar, kemur av sera lágum lufttrýstið. Barometrið vísti í gjár 959 hektopascal.

Lága luftrýstið hevur verið yvir eitt sera stórt øki. Í Noregi blivu smáu flogvførini ávaraði, tí hetta kundi gera at teirra hæddarmátarar kundu vísa skeirvar hæddarstøður hjá flogførunum.

tí vendu vit okkum til tyrludeildina hjá Atlantic, at fregnast um hetta eisini er galdandi fyri tyrlurnar.

Hans Erik Jacobsen, stjóri á tyrludeildini sigur, at okkara tyrlur eru somikið væl útgjørdar, at skiftandi lufttrýst ikki ávirkar tyrluflogferðsluna og heldur ikki ferðafólkaflogferðsluna.

Umborð á tyrlunum hava vit tvinnar radiostýrdar hæddarmátingar. Sum ikki eru tengdar at lufttrýstinum. Harafturat hava vit alla tíðina eitt talgilt kort framman fyri okkum, sum við ymiskum litum sigur okkum í hvørji hædd vit flúgva. Omaná øllum tí, sum elektronisku tólini vísa okkum, so hava vit sjálvandi eisini tað visuella, tá vit flúgva niðanfyri skýggini.

Janus Rein, fyrrverandi flogskipari hjá Atlantic, segði nakað tað sama um ferðafólkaflogførini, at tey hava útgerð sum ger, at tey ikki eru ávirkað av lufttrýstinum. Tey hava ymiskar skipanir og harafturat fáa flogførini allar upplýsingar um veðurstøðurnar á flogvøllinum áðrenn tey lenda, eisini lufttrýstupplýsingar.

Tað sum stóru flogførini meira ansa eftir, er friktiónsstøðan á vøllinum, tá kalt er og vandi fyri frosti og so sjálvandi eisini síðuvindur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…