Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ad hoc-trøllið gevst ikki so, og vil nú hava fiskiloyvi

Ad hoc skal valdast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.02.2020 - 21:50 Leiðarin

Tað kann vera torført at halda skil á, hvat vit í grundini kjakast við Ad hoc-toymið hjá Vágaportalinum um. Tað byrjaði við einum ynski frá okkara síðu um eina javnari almenna fordeiling, men í aftursvarinum til okkara aftursvar hartar Ad hoc-toymið okkum fyri ikki at fyrihalda okkum til alt møguligt annað og vevur pendlarar og fiskirættindi uppí.

Tað er ringt at skilja Ad hoc-toymið øðrvísi enn, at toymið ynskir eina privata útjavning, og tað var als ikki evnið. At nationalisera privat vinnulív og sentralstýra tí er longu roynt við katastrofalum úrslitum í eystur-Europa, og tað er lítið fruktargott at stýra kjakinum tann vegin. Vil toymið kortini fegið kjakast um hetta, er Norðlýsið ikki rætti sparringspartnarin. Til tað finnast ávísir búskaparfrøðingar í Havn, sum toymið ivaleyst fær nógv meira burturúr at venda sær til.

Síðani førir toymið fram, at triðja hvør króna vunnin í Havn verður skattað aðrastaðni. Tað er júst partur av trupulleikanum, ikki av loysnini. Trupulleikin er, at av teimum 4.442 almennu ársverkunum undir landinum (2015-tøl, úr somu grein hjá Lassa Klein) eru 3.192 løgd í Streymoynni. Tað er knapt 72% av øllum almennum størvum.

Lógu hesi størvini betur fordeild kring landið, heldur enn at vera proppað niður í sama stað, so fingu munandi fleiri føroyingar arbeitt og goldið skatt á sama staði. Tað er avgjørt ongin fyrimunur fyri vágafólk ella norðoyingar at muga pendla til Havnar til arbeiðis og heim aftur hvønn dag, og tað skuldi bara manglað, at heimstaðarkommunan ikki fekk skattakrónurnar.

At enda vevur toymið fiskirættindini uppí. Her tykist tað at hava eydnast antin búskaparfrøðingunum ella undanfarnu samgongu at sannføra Ad hoc-toymið um, at landsstýrismaðurin bara er farin ein biltúr til Klaksvíkar við fiskiloyvum og hevur lagt tey inn á kontórini hjá Hanusi og Kristian Martin uttan at teir hava rætt hond frá síðu. Hetta er púra burturvið, og tað var eisini orsøkin til, at vit valdu ikki at svara uppá tað í fyrstu syftu. Men toymið blívur við.

Hevði toymið ómakað sær at sett seg bert eitt vet inn í føroyskt vinnulív, so visti tað av, at reiðaríini í Klaksvík hava goldið 9-siffraðar upphæddir fyri tey fiskirættindini, tey nú hava. Tey hava keypt skip við tilhoyrandi loyvum og tað má svíða svárt hjá hesum vinnulívsmonnum at lesa, at Ad hoc-toymið roknar hesi rættindi, sum teir hava goldið fyri í dýrum dómum, sum almenna ogn á linju við játtanir á løgtingfíggjarlógini.

Høggini frá Ad hoc-toymunum benda á, at har er íkomin ein illstøða ímillum Vágaportalin og reiðaríini í Klaksvík, og tí stríðnum vilja vit á Norðlýsinum ikki vera partur av. Tað harmar okkum, at okkara grein um almenna útjavning verður brúkt sum lóður í tí stríðnum, tí hon snýr seg um nakað heilt annað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!