Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av hvørjum veðri hetta vikuskifti | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Illsligt veður í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.02.2020 - 14:50 Tíðindi Veðrið

Veðrið í árinum higartil hevur verið eitt sindur buldasligt. Ikki nøkur ordilig ódn í miðalvindi, men fleiri ferðir upp ímóti ódn. Hvirlur í støðum hava verið langt uppi í ódnarflokkinum.

Síðan nýggjárið eru nógv djúp lágtrýst komin hendavegin av leiðunum við Flemish Cape. Veðurkortini finnast á internetinum, men tey eru ikki so løtt at telja. Tey flestu hava tikið seg upp, har tey plaga, men nokkso nógv er sekundér – t.e. at tey taka seg upp kring eitt vanligt lágtrýst og kunnu gerast líka so djúp og ógvuslig sum hini.

Tað djúpasta higartil í ár, var 930hPa. Hetta var 8. februar. Tað lág í Grønlandsfjørðinum, tá ið tað var djúpast, og tí var veðrið ikki ringt her hjá okkum. Trýstið í Føroyum var um 988hPa, og veðrið nokkso vanligt føroyskt vetrarveður við einum stívum andøvsguli av landsynningi-suðuri og ælaveðri.

Nú er eitt annað lágtrýst ávegis, sum fer at vera nakað væl djúpari, enn tað sum er nevnt omanfyri. Tað var á middegi í statt einar 600 fjórðingar beint suður í Kappanum. Lufttrýstið í miðjuni var 974hPa.

Tað fer at dýpast við nógvari ferð til middags í morgin, samstundis sum tað fer at flyta seg ímóti Reykjanesi í Íslandi. Á midnátt í annaðkvøld fer trýstið í miðjuni væntandi at vera 921hPa(!). Tað er ræðuliga lágt. Tað minsta trýstið, sum nakrantíð er mált í Føroyum, var 930hPa (á flogvøllinum í Vágum 11. januar 1993) – so hetta er munandi djúpari.

So er tað hvussu skjótt tað dýpist. Vit rokna munin úr 974hPa niður í 921hPa at vera 53hPa í 36 tímar. Hetta eru næstan 1,5hPa um tíman í 36 tímar. Hevði talið verið 1hPa um tíman í 24 tímar, var talan um eina atmosferiska bumbu…

Hetta er sostatt 1½ bumba!

Veðrið hetta vikuskiftið fer tó ikki at vera so ringt sum tað hevði kunnað verið, um lágtrýstið hevði komið eitt sindur nærri, meðan tað var so djúpt.

Tað fer eystur um Føroyar skamt sunnan fyri Suðuroy um middagsleitið sunnudagin. Tá er størsta megin farin úr tí.

Vindurin var eitt sindur nógvur í morgun, men nú er hann minkaður heilt fitt. Liggur um 15 m/s í miðal fyri alt landið. Landsynningur-sunnan og ælaveður. Tað sum er eftir av degnum fer vindurin at minka spakuliga, og ættin fer at sníkja seg vestur um sunnan.

Á midnátt eru 10 til 15 m/s úr útsynningi og ælaveður.

Í morgin ári fer ættin eystur um aftur sunnan, til landsynning-sunnan. Vindferðin verður skiftandi, men fer at liggja í miðal um 10 til 15 m/s tíðliga á morgni, fer so aftur at veksa.

Á middegi í morgin eru 18 til 23 m/s úr landsynningi-suðuri og regn.

Út á seinnapartin minkar vindurin aftur, meðan ættin fer niður í sunnan. Klokkan 18 eru 5 til 10 m/s av suðuri og ælaveður. Og soleiðis verður alt kvøldið.

Sunnunátt eru 3 til 8 m/s úr suðuri, sunnumorgun eitt lítið sindur meir, og ættin er landsynningur-sunnan. Restina av sunnudegnum fer ættin at skifta ímillum landsynning-sunnan og útsynning-sunnan. Vindferðin fer at liggja um 3 til 8 m/s, og ælaveður allan dagin.

Gott vikuskifti.

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald
Vit hoyrdu einki aftur frá samgonguni