Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýra KÍ-leikarar á kvinnulandsliðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.02.2020 - 15:21 Ítrottur Tíðindi

Hópurin er úttikin til landsdystin móti Estlandi.

FSF skrivar soleiðis:

John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum mánadagin 9. mars klokkan 17:00 skal spæla venjingardyst ímóti Estlandi á Tórsvølli


Tjúgu spælarar eru úttiknar til ársins fyrsta A-landsdyst hjá kvinnum, sum verður á Tórsvølli mánadagin 9. mars klokkan 17:00.

Talan er um venjingardyst ímóti Estlandi, sum eins og føroyska liðið fyrireikar seg til EM-undankappingardystirnar, sum eru á skránni seinni í hesum árinum.

John Petersen er venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, og hann hevur nú sett navn á tær 20, ið eru úttiknar til landsdystin móti Estlandi. Av teimum eru fýra, sum spæla uttanlands. Tríggjar spæla í Danmark, meðan ein spælir í USA.

Hópurin
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Rebekka Eschen Danielsen, Kentucky University (USA)
Marita Jarnskor, ÍVB
Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Margunn Lindholm, Sundby BK (Danmark)
Heidi Sevdal, NSÍ
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Hjørdis Nesá, ÍVB
Jensa K. Tórolvsdóttir, ÍVB
Ansy Sevdal Jakobsen, NSÍ
Marta S. Thomsen, ÍVB
Sanna Svarvadal, KÍ
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍVB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Julia Naomi Mortensen, HB

Ársins fyrsti EM-undankappingardystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður fríggjadagin 10. apríl, á útivølli ímóti Wales.

Skráin fyri EM-undankappingina sæst HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...