Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongir áskoðarar til dystir í Betri deildini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.03.2020 - 23:03 Ítrottur Tíðindi

Coronavirusið fær nú avleiðingar fyri bestu deildina.

FSF skrivar soleiðis:

Eftir nýggjasta tilmælið frá heilsumyndugleikunum í sambandi við fyribyrging av smittu av coronavirus, hevur starvsnevndin í FSF gjørt av, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða leiktir uttan áskoðarar.

Avgerðin er tikin, eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr í kvøld komu við áheitan um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar kunnu væntast at savnast, annaðhvørt eiga verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar.

- Síðan tilmælið kom í kvøld hava vit verið í sambandi við heilsumyndugleikarnar og ÍSF. Vit hava fingið frágreiðing um grundarlagið fyri tilmælinum. Fótbóltssambandið tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum. Tí hava vit gjørt av, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða leiktir uttan áskoðarar. Tað sama verður galdandi til vinardystin hjá kvinnulandsliðnum móti Estlandi á Tórsvølli mánadagin, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF

Umframt áskoðaraforboðið verða eisini onnur tiltøk sett í verk til dystirnar í landskappingini, sum avleiðing av Coronavirussinum.

Millum annað verður siðbundna lógvatakið áðrenn dystarbyrjan, har leikarar og dómarar taka í hondina á hvørjum øðrum, ikki nýtt fyribils.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…