Lýsing
Lýsing
Lýsing

3. hjálparpakkin: 75% lønarendurgjald

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  15.03.2020 - 11:12 Politikkur Tíðindi Vinna

Danska stjórnin hevur júst almannakunngjørt 3. hjálparpakkan til danska búskapin. Høvuðsamboðið í hesum er eitt lønarendurgjald frá danska statskassanum til raktu fyritøkurnar, ið merkja minkandi virksemi. Írestandi fjórðingin skulu fyritøkurnar sjálvar rindað.

Í hesi vikuni er danska stjórnin komin við tveimum hjálparpakkum til at avbøta búskaparligu avleiðingarnar av Corona. Nú hevur stjórnin saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðarpørtunum kunngjørt ein triðja hjálparpakka til búskapin, hesin snýr seg um lønarendurgjald til hart sperdu privatu fyritøkurnar. 

Endamálið við hjálparpakkanum er, at fyritøkurnar ikki skulu fremja uppsagnir til fáa endarnar at røkka saman, nú virksemi minkar so ógvusliga vegna Corona-smittuna. Fyritøkurnar kunnu søkja um lønarendurgjald í staðin, har danski staturin endurrindar 75% av lønarútreiðslunum. Írestandi fjórðingin mugu fyritøkurnar sjálvar rindað, meðan fakfeløgini hava góðtikið, at løntakararnir skulu góðtaka at halda 5 feriudagar í tíðarskeiðnum við lønarendurgjaldi.

Er Føroya Landsstýri á veg við hjálparpakka?

Vinnuhúsið boðaði í vikuni frá, at partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðunum samráðast við Føroya Landsstýri um at fremja átøk til bøta um støðuna hjá føroyskum fyritøkum í hesi serstøðu fyri føroyska búskapin, vinnulívið og løntakararnar.

Tað er ein átroðkandi tørvur á, at føroyska landsstýrið eisini kemur við líknandi átøkum beinanvegin. Her nyttar ikki bert at seta sítt álit á serføroysk viðurskifti og vælvild, tí avleiðingarnar fyri føroyska búskapin verða ógvusligar, um onki verður gjørt nú. Og tað góða er, at føroyski búskapurin og almenni kassarnir hava eitt sera gott útgangsstøði fyri at gera nakað við málið.

Sí aðra grein um sama mál

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…