Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnan í ivastøðu

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.03.2020 - 11:40 Myndarøð Tíðindi Vinna

"Ongin tosar um fiskivinnuna, tey tosa um fótbólt, matvøruhandlar og barrir", segði ein egnari vit tosaðu við, so her nakrar reglur um fiskivinnu:

Síðani streymurin linkaði, hevur lítil og ongin útróður verið her norðanfyri. Bátar, sum vit hava tosað við í morgun siga, at veðrið hevur verið sera ólagaligt, men at hósdagin og fríggjadagin komandi sær betur út.

Men eg veit ikki, sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd. Sum eg skilji, so er prísurin á fiski fallin og hartil veit eg heldur ikki um eg fáið reiðskapin egndan aftur. Øll línan hjá okkum er egnd, men tað eru eldri menn, ið egna, onkur er omanfyri 80, so spurningurin er um teir møta upp aftur.

Heri Vang, skipari á Norðsøka sigur, at teir taka tað eitt sindur róðligt. Ein av manningini hjá okkum er settur í sóttarhald. Hóast veðrið er sera vánaligt, so kundu vit fyri tað havt verið onkran túrin. Men eg havi valt at síggja tíðina eitt sindur an. Kanska vit fara at royna ein dag seinni í vikuni. Tó vit taka ein dag í senn, eg veit ikki hvussu støðan er í morgin.

Vit tosaðu eisini við Fiskamarknaðin í morgun. Høgni Hansen sigur, at fiskaprísirnir eru fallnir nakað, toskurin við umleið trimum krónum og hýsan tað sama, men higartil hava vit sloppið av við  fiskin, vit hava selt.

Teir, sum keypa inn tosk til saltfiskaframleiðslu keypa enn, men hvussu leingið tað fer at halda áfram vita vit ikki. Tá talan er um størru línuskipini er støðan tann, at flestu liggja, tvey skip eru úti og koma inn seinni í vikuni. Men sjálvandi støðan er eitt sindur ótrygg, við tað at vit vita onki hvat hendir í morgin. Um fólk á einum av teim stóru virkjunum verða send í sóttarhald, so er skjótt til at støðan broytist fulkomuliga.

Tó, vi vóna tað besta, sigur Høgni Hansen, her á Fiskamarknaðinum eru bara vit til arbeiðis, ið mugu vera her, men tað ber sjálvandi heldur ikki til hjá okkum øllum at arbeiða heiman ífrá, sigur hann at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju