Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hæddarpunktið á sendingini var kensluborna løtan tá Ragnhild Ellingsgaard hevði samrøðu við Oslu Norðá, ið gjørdist fyrsti klaksvíkingurin við coronasmittuni. | Mynd: Norðlýsið

Stóðu saman í hvør sínum heraðshorni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2020 - 20:04 Mentan Tíðindi Vinna

Yvir 10.000 føroyingar, tað dupulta av íbúgvaratalinum í Klaksvík, tóku um vikuskiftið virtuelt lógvatak og fylgdu við tiltakinum, sum Norðlýsið saman við Spaniastovu skipaðu fyri leygarkvøldið 21. mars. Tað var sera fløvandi at síggja ovurhondsstóru undirtøkuna, og ikki minst hvussu væl onnur enn norðoyingar eisini tóku tiltakið til sín.

Vit vistu ikki reiðiliga, hvat vit skuldu vænta. Hetta var stórt sæð ikki roynt áður, og teir obligatorisku tøkniligu trupulleikarnir meldaðu seg eisini í fyrstani. Men síðani gekk alt sum eftir ánni, ja, betri enn vit høvdu torað at vónað. Jógvan Andrias Joensen, sum fyri stuttum upplivdi at fáa loftið í somu stovu blást av, opnaði tiltakið við einum søguligum inngangi um hølini og um býarnavnið Klakksvík, ið er tikið eftir lítlu víkini, ið lá í nánd av Spaniastovu.

Eftir hugfarsliga inngangin tók konferencier, Ragnhild Ellingsgard yvir, og presenteraði Bubu, prestur hevði nøkur góð ráð til børnini um at koma ígjøgnum Corona-tíðarskeiðið, og síðani kom tónleikurin á skrá. Rani Nolsøe var ikki ov forskrektur av ódnini í februar og spældi stinnur á guitarina. Borgarstjórin Jógvan Skorheim brúkti høvið til at kunna borgararnar um serligu støðuna, vit eru í í løtuni. 

Umboð fyri Norðborg og Norðoya Bú- og Heimarøktartænastu, eins og barnaansingarsamskiparin hjá Klaksvíkar Kommunu, bóru nøkur kunnandi álvarsorð fram, og síðani var upplestur á skránni frá Sigrið Mikkjalsdóttir, ið er í sóttarhaldi. Danny Baldursson treiv í guitarina og mikrofonina, og so var møguliga hæddarpunktið samrøðan við Oslu Norðá, ið varð hart rakt av Corona-smittuni. Ein kensluborin løta.

Rúmd var eisini fyri skemti, og tað meistraði Klaksvíkar Sjónleikarfelag til fulnar, og skot vórðu latin av til landslæknan, Frændur, Málráðið og serliga Summarfestivalin, sum til høvið og við virðing fyri Málráðnum varð umdoyptur til Koronafestivalin við K. 

Sum heild var tiltakið sera væleydnað, og tað eydnaðist at fáa mentan, tónleik, álvara, gaman, informatión og kenslur samansjóðaðir til eina samanhangandi sending. Hetta er sjálvsagt ein serstøða, og til ber enn ikki at siga, um tað verður endurtikið ella kann verða tað, men í øllum førum prógvaði tiltakið, at tað væl kann lata seg gera at samla eins mong fólk og Summarfestivalurin at verða saman hvør sær.

Tí tað hevur nettupp verið samanhald, sum hevur víst sítt sterka andlit hesar dagarnar upp undir tiltakið. Beinleiðis rakt sum óbeinleiðis rakt hava staðið virtuella øksl við virtuella øksl og til ber ikki at siga annað enn at, eftir ta óundansleppiligu ónøgdina í byrjanini, so hava fólk í Norðoyggjum veruliga tikið tilráðingarnar frá heilsumyndugleikunum til sín. Uttan iva var hetta eisini orsøkin til, at fólk tóku so væl ímóti hesum talgilda tiltakinum.

Eitt er vist. Vit fara ongantíð at verða tey heilt somu sum vit vóru áðrenn Corona. Smittan hevur sett síni djúpu spor, og hevur kravt at vit hugsa heilt øðrvísi um til dømis reinføri, undirvísing, samferðslu, fyriskipan og tilbúgving. Nú er tað okkara uppgáva at venda tí til okkara fyrimun, so vit koma styrkt burturúr hesi heilsukreppuni. Enn er ógjørligt at meta um fullfíggjaðu avleiðingarnar av smittuni, og tær negativu avleiðingarnar verða avgjørt stórar. Tær positivu mugu vit skapa sjálvi, og tær mugu vit skapa saman.

Hevur okkara tiltak leygarkvøldið bara gjørt ein lítlan mun í so máta, so eru vit stak væl nøgd.

Sí sendingina Saman í tryggari frástøðu her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgtingið sett fiski­veiðiavtaluna frá 19…
Klaksvík­ingur til Skála
- Óalmindiliga gott at vaksa upp á Stong…
Solo Deo Gloria veitir jólahjálp í Norðo…
Málið um fría fosturtøku samtykt
Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ei…
Ruðuleiki uttan valdømi
Myndarøð: Kavamyndir frá 2008 í Klaksvík
KS: Listalig gáva frá Ellinor Mercedis
Veðrið í Stóru Dímun
Føroya Politi og Ákæruvaldið verða uppra…
Klakkur inni við 175 tonsum
Klaksvíkar bókasavn í desember
Hans Jákup og Hanus vitja Norðlýsið
Jóannes Bjartalíð: Ongin skomm at biðja…
Ókend Klaksvíkarsøga jarðað í gamla kirk…
Vita og gita merkja ikki tað sama, Lilja…
Læt okkum skriva eina lóg sum passar til…
Mjølnir vann tvær ferðir 3-0 á Fleyr í f…
HANDAN DEYÐANS DYR - Nýggj bók frá forla…