Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein hjartalig tøkk frá okkum báðum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.03.2020 - 17:16 Lesarabrøv Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin 29. februar tá klokkan beint var farin av fimm seinnapartin fingu vit ein álvarsligan hvøkk. Ein hvirla, ið var harðari enn allar hinar vit hava upplivað tey skjótt 50 árini, vit hava búleikast her, fór avstað við stórum parti av tekjuni á húsum okkara.

Hesin leygardagurin var harður her hjá okkum. Eystan var hann í ættini, og seint seinnapartin harðnaðu hvirlurnar, “Rangur Eystan”, sum ættin kallast og tað endaði við eini katastrofu fyri okkum. Størsti parturin av niðaru helvt av takplatunum við úthangi bleiv skrætt av húsunum við tí úrsliti, at bjálvingin og tak fóru um alt nærumhvørvið.

Men hjálpin var skjót. Skjótt eftir at Elsa ringdi 112 (klokkan 17.17), var okkara sløkkilið her á staðnum við manning. Men tað var ikki nógv teir fingu gjørt, tí vindurin var framvegis ógvusligur. Tað regnaði sera illa og tað hevði við sær, at regnvatnið fossaði inn í húsini, líka frá hanabjálkaloftinum og niður í niðastu hæddina bloyttist alt, bæði loft gólv, útveggir og innbúgv.

Fyri at tryggja at ikki meira hendi við yvirtromini á húsunum, bleiv stigin hjá stóra stigabilinum lagdur eftir takinum.

Vit bæði fingu boð um at fara úr húsunum og halda okkum langt burtur, tí takplátur og isolatión fuku um í grannalagnum.

Leygarkvøldið og náttina til sunnudagin mátti bara standa til, tað var bæði vindur og regn og ikki var hugsingur um at fara upp at tetta.

Men sunnudagin kom brandliðið aftur mannsterkt og dekkaðu so frægt sum til bar. Vit hildu at teir settu nógv upp á spæl, tí framvegis var vindur, regn og kavi í ælunum, og tað hava teir eina ósigiliga stóra tøkk uppiborna fyri frá okkum báðum.

Hendan dagin fingu vit eisini ótrúliga hjálp frá familju og vinfólki, tey møttu upp í stórum tali, umleið 20 fólk. Takið var at bjarga tí, sum bjargast kundi av innbúgvi, alt ímeðan regnið oysti niður.

Týsdagin máttu so fólk av sløkkiliðnum aftur til arbeiðis, tí framvegis var vátt og nógvur vindur. Hetta kvøldið arbeiddu teir í myrkrinum uppi á tekini, líka til út ímóti miðnátt. Hósdagin komu menn frá Kanjon at tryggja lekarnar uppaftur meira og í dag arbeiðir eitt toymi frá Norðhúsi við at leggja nýtt tak á.

Vit kunnu bara siga, at higartil hevur samstarvið við Trygd virka sera væl.

Nú bleiv hetta meira enn vit ætlaðu. Tað sum ætlanin var við hesum skrivi var at takka tykkum øllum fyri ótrúliga hjálp.

Takk fyri okkara sløkkilið, ið legði sera nógv fyri at bjarga restunum av takinum og fyri vandafulla arbeiði við at fáa húsini tøtt aftur.

Ikki minst ein serstøk tøkk til familju og vinfólk, ið vildu seta tíð av at hjálpa okkum at bjarga innbúgvi ein langan sunnudag.

Rannvá B. Andreasen skal eisini hava eina stóra tøkk frá okkum. Hon beyð okkum hús síni og flutti  sjálv inn til mammu sína.

Vit bæði hava tað gott og eru komin væl yvir stoytin. Hóast hetta var ein tung uppliving, so hava tit, sum hava hjálpt verið eitt bjart ljós, sum hevur lýst okkum vegin upp aftur.

Hjartaligar heilsanir

Elsa og Oliver

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í kvøld endar søguliga HM-undankappingin
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…