Lýsing
Lýsing

“Hun var et syn for Guder”

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.05.2020 - 19:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sigur Leif Holm Pedersen um konu sína, Petrinu Samson Pedersen, sum um morgunin 15. oktober í 2018 fekk eina stóra heilabløðing. Enn í dag hevur Petrina ikki vunnið førleikar sínar aftur. Hon býr í dag á Røktarheiminum Á Sýnini í Sørvági.

Eg og Petrina eru uppvaksin lið um lið á Vágsheygnum. Hon tvey ár yngri enn eg. Tá eg og Elsa giftust var hon í brúdleypi okkara og tá hon og Leif giftust vóru vit við í brúdleypi teirra.

Í Sørvági

Nú Corona smittan hevur havt valdið her á landi, valdi eg at fara ein túr til Sørvágs, at vita hvussu Leif hevur havt tað hesa tíðina, hann ikki ein gang slapp at vitja konu sína orsakað av smittuvandanum.

Ein kaldur maidagur

Á Traðarvegi 35 í Sørvági, hittast vit báðir eftir avtalu í sera hugnaligu stovuni hjá Leif og Petrinu. Leif er útbúgvin kokkur ímeðan Petrina, sum í dag býr Á Synini er útbúgvin skrivstovukvinna.

Eg latið Leif siga frá nú vit sita her í heitu stovuni hendan kalda mai dag.

Á Norðoyastevnu

Tá tú spyrt um hvussu eg hitti Petrinu av fyrsta sinni, so skal eg siga tær, sigur Leif við einum smíli. Eg var sum aðrir danir í donsku verjuni. Skuldi vera í sjóverjuni og við Hvidbjørnen í tríggjar mánaðar við Føroyar. Eg arbeiddi umborð sum kokkur og við hvørt sluppu vit í land.

Á Norðoyastevnu liggja vit einaferð í Klaksvík og eg havi frívakt.

Ein flott dáma

Sjálvandi gangi eg frá stórukaj og heim eftir tí tit í dag kalla Klaksvíksvegnum. Hetta er í 1971. Eg gangi við eystaru síðu á vegnum og eri komin um posthúsið og gangi yvir ímóti bakarínum hjá Haldor Holm. Tá síggi eg hinumegin vegin eina ótrúliga flotta unga dámu í føroyskum klæðum. Eg má siga at “det var et syn for guder”. Eg fekk hana ikki úr aftur tonkum mínum, sigur Leif við einum brosi.

Dansur í KÍ høllini

Um kvøldið var dansur í KÍ-høllini og har hitti eg hana aftur. Tað var fyrstu ferð vit hittust. Sigast má, at vit funnu saman við tað sama.

Skiparin hevði eisini dámu

Men vit sluppu ikki at vera í landi so leingið, so eg gleddi meg ótrúligt til hvørja ferð Hvidbjørnen skuldi liggja á Klaksvík. Til alla lukku fyri meg, bleiv tað nokk so títt, tí skiparin hevði eisini funnið sær eina dámu í Klaksvík. So so títt tað bar til, so lá Hvidbjørnen í Klaksvík.

Í Grønlandi við Hvidbjørnen

Men vit skuldu ikki blíva vernandi í Føroyum, tá tríggir mánaðir vóru farnir, skuldu vit gera tænastu í Grønlandi. Men eg og Petrina vóru longu blivin so væl, at vit hildu áfram at halda sambandið við líka. Vit skrivaðu brøv okkara millum alla tíðina meðan Hvidbjørnen var í Grønlandi.

Heimsendur

Tá eg hevði verið tríggjar mánaðar har, bleiv eg heimsendur tí eg var liðugur við mína “værnepligt”.

Petrina er eitt og alt

Nú eg aftur eri í Danmark, byrjið eg at arbeiða sum kokkur. Men Petrina er framvegis eitt og alt hjá mær, og vit halda trúliga sambandið okkara millum við brøvum og telefonsamrøðum. So spyrjið eg hana einaferð, um hon ikki vil koma til Danmarkar at vitja meg.

Arbeiddi á Dansk Eternit

Tað vildi hon, og tað bleiv ein vitjan, sum í veruleikanum tók 6 ár. Í 1973 fóru vit upp til Føroyar at giftast og fóru so niður aftur. Petrina arbeiddi tá hjá einum felag sum kallaðist Dansk Eternit.

Kokkur hjá Jákupi Ziskasson

Í 1977 flyta vit so til Føroyar. Eg byrjaði sum kokkur í stóra handlinum hjá Jákupi Ziskasson í Klaksvík á Fornagørðum. Har var eg í eitt ár.

Hotel Vágar

Tá var eg biðin sum kokkur á Hotel Vágar og byrjaði sum kokkastjóri. Aftaná eitt hálvt ár gjørdist eg stjóri á hotellinum. Har var eg í starvi til 1983. Í 1986 byggja vit okkum sethús á Traðarvegi 35 í Sørvági.

Við Karinu

Eftir tað var eg tveir túrar við rækjuskipinum Karinu úr Klaksvík. So byrjaðu eg og Petrina við Løðuhandlinum í Sørvági. Hendan handilin róku vit so í 16 ár til 99. Frá 95 var eg tó á boripalli í Norðsjónum, 14 dagar umborð og 14 dagar í landi, so tá eg var umborð, var Petrina einsamøll um handilin. Hetta var ein góð tíð, men frá 92 og fram var tungt at dríva handil, tí vit høvdu fíggjarliga kreppu í Føroyum tá.

Tímdi ikki meira

Í 1999, sigur hon við meg, einaferð vit tosa saman í telefonini, at hon hevði eitthvørt nýtt at siga mær tá eg kom heim. - Tað nýggja varð, at nú tímdi hon ikki handilin meira.

Seldu Løðuhandilin

Vit seldu so handilin, og komu burturúr tíð við skinninum á nøsini, sum man sigur. Eg helt áfram í Norðsjónum til 2017, tá eg bleiv pensioneraður og Petrina gjørdi ymiskt fyrifallandi arbeiði, eitt nú arbeiddi hon eitt skifti á einum fiskavirki her.

Heilabløðing

Tíðliga um morgunin, 15 oktober í 2018 lendir dóttir okkara, Maria Samson Christensen á flogvøllinum her í Vágunum eftir eina uttanlandaferð. Hetta er tíðliga um morgunin. Hon ringir so heim til mammu sína at spyrja um hon ger ein drekkamunn. Maria gerst skakk tá Petrina svarar, tí onki skil er á orðunum hon sigur. Eitt sindur av skil er í Petrinu, tí Maria biður um at sleppa at tosa við meg og Petrina gevur mær hornið. Tá varnist eisini eg, sum júst eri komin úr seingini, at her er heilt gali.

Til Havnar

Maria er sera skjót her hjá okkum. Hon ringir fyrst til Marius, kommunulæknan, men har gerst hon nr. 4 í køini. Hon brýtur av við tað sama og ringir 112. Har verður svarað beinan vegin. Tá er tað so heppi, at ein sjúkrabilur frá Landssjúkrahúsinum er júst í Vágunum við ørindum til flúgvaran, sum Maria júst er komin við. Tað ganga so bert einir 10 minuttir til sjúkarbilurin er her og vit fara til Havnar.

Kanska ikki so galið

Allan vegin suður verður tosað um ymiskt. Vit halda at tað kann vera bløðrubruni, tí man hevur hoyrt um, at tað kann geva stórar trupulleikar við hvørt.

Vælvirkandi sjúkrahús

Tá vit koma á Landssjúkrahúsið fingu vit skjótt at síggja, hvussu skjótt og væl okkara sjúkrahúsverk virkar.

Skorðin sama kvøld kl. 21

Petrina verður koyrd í skannaran beinanvegin og har verður staðfest at hon hevur eina heilabløðing. Vit fáa at vita at vit skulu niður til Danmarkar við flúgvara sama dag klokkan 15.00 og klokkan 21 um kvøldið verður hon skurðviðgjørd, sama kvøldið.

Alt gekk væl

Læknin kemur upp til okkara og sigur, at skurðviðgerðin hevur gingið væl. So er alt gott og vit fara á Hotel Tórshavn.

So gongur gali

Men dagin eftir eru trupulleikar. Tey fáa ikki skil upp á blóðtrýstið, tí tað rennur upp og niður frá 60 til 300. Soleiðis liggur tað í umleið eitt samdøgur, til Maria spyr, um apparatið, ið er sett til hana riggar sum tað skal, tí hon heldur ikki at Petrina reagerar, sum trýstið ferðast. Tá finna teir útav, at tólið riggar ikki sum tað skal og orsakað av tí, hevur Petrina fingið tvinnar heilabløðingar afturat. Læknarnir siga tá, at orsakað at stóra inntrivinum, ið er gjørt á høvdið á henni, kunnu teir ikki skurðviðgerða einaferð afturat

Ógvuliga rørdur lækni

Ein av læknunum, ein kvinna, kemur inn til okkara, hon sá ógvuliga rørd út, tá hon biður í bøtuflaka fyri at tólið hevur verið orsøk til nýggjar heilabløðingar.

Ein søk koyrir

Ná, men hent er hent. Í dag koyrir ein sak niðri í Danmark um hendan tilburðin.

Í respirator við 24 tíma vakt

Eg verið so í Danmark í sjey vikur, saman við Petrinu. Í byrjanini liggur hon í respirator og fullari 24 tíma vakt. Hesar vikurnar búði eg á Hotel Tórshavn og eg má rósa teimum fyri tað ómetaliga góða stuðulin og tænastuna eg fekk har.

Send heim

So hvørt Petrina fær tað betur, verður minkað um vaktarhaldið og tað endar við í Danmark, at hon verður løgd á eina vanliga hospitalsstovu. 28. november verða vit so útskrivað og send heim, sjúkrahúsið kann ikki gera meira. Nú skal føroyska Heilsuverkið taka yvir við uppvenjingum og tí sum har tilhoyrir.

Uppvenjingin manglar

Í Havn verður hon innløgd á B7. Har gerða tey tað, tey kunnu, hóast vit hildu ikki tað vera nóg mikið. Tey kunnu jú ikki gera meira enn tey hava starvsfólk til. Eg haldi, at tá tað kemur til uppvenjingar á ymiskum økjum, manglar nógv á føroysku Sjúrkahúsinum. Tað var trupult at fáa talipedagog og eisini passaði tað so við hvørt, at tá talipedagogurin kundi koma, tá svar Petrina, so tað riggaði ikki optimalt. Men hann kom uttanífrá og hevði sínar arbeiðistíðir, sum vit onnur, men hann gjørdi tað hann kundi.

Á Sýnini

Í dag er Petrina á Røktarheiminum Á Sýnini. Hon hevur tað hampuliga væl og hon fær ótrúliga góða tænastur her á Sýnini. Vit hava keypt henni fysioterapeut. Hóast tey Á Sýnini ikki hava nógvar møguleikar til fysioterapeuttænastu, so royna tey alt tey kunnu og vit eru sera takksom fyri tað.

Korona

Ja, fyri meg hevur tað sjálandi verið ein avbjóðing. Eg plagdi fast at vitja hana tvær ferðir um dagin, einaferð fyrrapart og einaferð seinnapart. Men síðani 12, mars tá heimið bleiv stongt vegna smittuvanda, havi eg ikki kunna vitjað konu mína fyrr enn leygardagin í síðstu viku ella í knappar tveir mánaðar. Tað hevur verið hart.

Gott teir stongdu

Men, Oliver, eg eri glaður fyri at tey stongdu. Tí eg vildi fyri alt í verðini ikki vera tann, sum smittaði Petrinu og harvið kanska fleiri onnur Á Snýnini. Eg havi havt aðrar møguleikar hesa tíðina. Teknisku møguleikarnir eru nógvir í dag, tú hevur bæði telefon, facebook og ikki minst Face Time, so eg havi kunna hildið eitt ávíst samband, tá eg havi følt trongd til tað.

Fylgdi tilráðingunum neyvt

Eg má siga, at eg havi neyvt fylt øllum tilráðingunum, sum okkara myndugleikar eru komnir við hesa tíðina. Eisini er tað upplyftandi hjá mær tá eg síggi, at Petrina skilir tað vit tosað um á Face Time, hon flennir at summum og grætur tá eg sigið at eg má fara. Tað boðar frá, at tað gongur framá hjá henni og tað fløvar mítt hjartað.

Eg havi tað gott

Hvat framtíðin hevur at bjóða, tað vita vit ikki av góðum grundum. Men eg havi tað gott. Eg eri partur av familjuni hjá dóttir míni. Við hvørt gerið eg mat til teirra og tey gera mat til mín. Petrinu kunnu vit nú vitja. Eg sleppi inn á Sýnina nú tveir tímar um dagin og tað eri eg sera glaður fyri.

Kanska á jólum, hvør veit?

Á Sýnini fær Petrina alla tað tænastu sum tey kunnu geva henni har og ofta meira enn tey kunnu, so hon er í góðum hondum. - Tað gongur framá hjá henni, um enn spakuliga, so kanska kann hon búgva heima hjá mær á jólum, hvør veit?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tepurt tap á Tórsvølli
Tunnilsdagur: Tombola og PES-kapping í S…
Hátíðarhald: Viðalundin 40 ár
Óluva A. Joensen fær sín fyrsta A-landsd…
Jenis má taka fatt og rudda upp í fjølmi…
Fleiri Elektrikarar útlærdir sama dag
Rentan á orku- og elbillánum lækkar ni…
Slutt við at løða elbilar í Føroyum ókey…
11 nýggir tilburðir
SAS gevst viđ Føroyaflúgvingini
Ábyrgdarfullur varaborgar­stjóri
Russari lagt at viđ Grótrætt
Kykmynd: At skifta motor tók neyvt trígg…
Styrkt gongubreytatoymi
Skótalið Nólsoyar Páls í menning
Demenssamskipara­útbúgving av bakkastokki…
Pison landar á Kósini
KVF vísir Europa League dystin hjá KÍ-Di…
Klaksvíkar Svimjihøll ein brakandi succe…
Norröna fær eitt facelift