Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður og landsstýrismenn á tíðindafundinum í Kringvarpinum | Mynd: portal.fo

Ljós yvir Hjálparpakka 3

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.05.2020 - 11:58 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Í mun til hinar tíðindafundirnar, har lækni og fúti hava verið við, vóru tað í dag einans landsstýrisfólk á fundinum. Hesi vóru Bárður á Steig, løgmaður; Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri; Jenis av Rana, mentamálaráðharri og uttanríkismálaráðharri; og Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri.

Fyrst boðaði løgmaður frá, at kravið um sóttarhald verður avtikið fyri ríkisfelagsskapin, t.e. Grønland og Danmark, og eisini Ísland, tann 15. juni. Tilmælini um reinføri og frástøðu standa tó við. Síðani segði løgmaður, at mælt verður til, at ongir festivalar vera í summar, til og við í august, meðan ólavsøkan verður umskipað og øðrvísi enn vant. Fíggjarmálaráðharrin útgreinaði hetta nærri seinni.

Eftir hetta fekk Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, orðið, og greiddi frá sjálvum hjálparpakkanum, ið serliga, men ikki einans, vendir sær til ferðavinnuna. Fyrst varð sagt, at fær ein fyritøka eisini hjálp úr Hjálparpakka 2, verður hendan mótroknað Hjálparpakka 3. Annars eru treytirnar tær somu fyri báðar pakkarnar.

Hjálparpakki 3 er í tveimum. Fyrri parturin er stuðul til fastar útreiðslur hjá fyritøkunum, og her kann ein fyritøka í mesta lagi fáa 10 milliónir. Landsstýrismaðurin metti, at hetta fór at kosta 30-40 mió. Síðani verða 30 milliónir leysgivnar úr Framtaki sum váðafúsur kapitalur. Ætlanin er eisini, nevndi landsstýrismaðurin, at bankarnir skuldu vera við í hesum, t.v.s. at Framtak lænti fyritøkunum ein part, bankarnir ein part, og eigarararnir sjálvir stillaðu við einum parti. Hetta varð nevnt sum dømi.

Aftaná fekk mentamálaráðharrin orðið og kom inn á listarfólk og ítróttarfeløg. Her varð sagt, at um tey kunnu skjalprógva mistar inntøkur vegna Corona, kunnu tey eisini søkja um endurgjald. Jenis av Rana ynskti harumframt, at legurnar í summar kunnu skipast innanfyri tilmælini, og takkaði kirkjum og samkomum fyri at hava “spælt við” og hitst aðrastaðni enn fysiskt.

Seinastur á pallinum var Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri. Hann læt upp fyri møguleikanum fyri, at festivalar kundu fáa nakrar av útreiðslunum endurgoldnar, eins og at ítróttar- og listartiltøk eisini kundu fáa, men legði eina við, at eitt møguligt yvirskot skuldi gjaldast aftur til Landskassan. Eisini segði hann, at arbeitt verður við eini eykajáttan til heilsuverkið og almannaøkið.

Fíggjarmálaráðharrin segði eisini, at í løtuni eru ikki ætlanir um at fara inn við beinleiðis pengum til Vága Floghavn og Atlantic Airways, men at tað kann gerast neyðugt seinni. Tað verður eisini latið upp í hendurnar á nevndunum í teimum almennu partafeløgunum sum heild at tillaga virksemi, eisini hvat viðvíkir hópuppsøgnum, og landið ætlar ikki at taka nevndirnar av ræði.

Spurningar úr salinum vóru m.a. um festivalarnir fingu fult endurgjald, men tað kundi mentamálaráðharrin ikki svara játtandi uppá. Tað verður støða tikin til tað, tá ein umsókn fyriliggur. Jørgen Niclasen suppleraði við at siga, at hann væntaði, at endurgoldið kundi vera upp til 75%, eins og við vinnufyritøkunum.

Løgmaður segði, at um serskipanin hjá ALS verður longd, so verður proppur settur í, soleiðis at fyritøkur ongan stuðul fáa, um tær siga fólk úr starvi. Hetta hevur annars víst seg at vera eitt “hol” í Hjálparpakka 1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…