Lýsing
Lýsing
Lýsing

Helena hevur ongan makrel fingið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.06.2020 - 20:50 Tíðindi Vinna

Sigur Hanus Hansen í viðmerking til innslagið í Degi og Viku í kvøld, har sagt varð at fyrrverandi línuskipið Helena hevði fingið makrelloyvi hóast skipið ikki hevur verið til fiskskap í nógv ár.

Norðlýsið var vitandi um at Helena skal nýtast til savn og tí vendu vit okkum til Hanus Hansen, stjóra á JFK at frætta nærri og hann váttaði okkara varhuga.

Sjónvarpið royndi at gera eina gølu burturúr at línuskipini hava fingið eina lítla makrelkvotu. Persónliga haldi eg at hesin makrelurin til línuskipini hevur verið kærkomin og hetta hevur styrkt feløgini og ikki minst hava manningarnar fingið meira burturúr, tí feløgini hava fingið makrel, sigur Hanus Hansen. 

Av 21 línuskipum sum hava fingið makrel eru vit partur av 6 línuskipum: Klakkur, Jákup B, Núpur, Kvikk, Pison og Carlton (gamli Jákup B). Hesi seks línuskipini hava fingið makrel og ikki Helena, sigur Hanus

Í okkara føri hava Borgarin og Norðoyingur fiska makrelin og línuskipini hava fingið 60% av veiðivirðinum og nótaskipini hava fingið 40% av veiðivirðinum og hetta er so aftur avroknað til manningarnar bæði á línuskipinunum og nótaskipunum, upplýsir Hanus. 

Fyri línuskipini hevur hetta haft sera stóran týdning og serliga ísfiskalínuskipini, har daglønin ikki er serliga høg. Hetta hevur verið ein kærkomin eyka hýra og í míni verð ein sonn sólskinssøga, sigur Hanus Hansen við Norðlýsið at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…