Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framtíðin hjá Kalsoynni

SKRIVAÐ: Útoyggjafelagið  |  01.07.2020 - 13:38 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Ein kjakfundur um møguleikan at seta búgv í Kalsoynni

Gott 40 fólk møttu á fundinum í skúlanum á Syðradali í gjárkvøldið 30. juni. Útoyggjafelagið skipaði fyri, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar tók lut saman við umboðum fyri Kalsoynna.

Spurningurin, ið var settur borgarstjóranum var, hvat Klaksvíkar býráð ætlar at gera við tað, at meginparturin av teimum ungu flyta av oynni, tí ongir bústaðarmøguleikar eru.

Kalsoyggin er, hóast stuttu fjarstøðuna til Klaksvíkar, eins illa fyri, tá tað kemur til fráflyting, og hinar útoyggjarnar. Síðani 2010 er fólkatalið fallið við meira enn 34%. Ein stór orsøk er, sambært kalsoyingum, at ongin møguleiki er at fáa ein bústað, hvørki grundstykkir ella leiguíbúðir.

Fleiri av teimum ungu sum vóru á fundinum, søgdu at tey fegin vildu búgva og arbeiða í oynni, og eftirlýsti møguleikan. Tað kom eisini greitt fram, at talan var um grundstykkir og leiguíbúðir.

Jógvan Skorheim váttaði at tað er ein eftirspurningur og at bíðitíðin eftir grundstykkið hevur verið ov long, bæði á Syðradali og á Húsum. Avbjóðingarnar hava verið atgongdin til lendi, og tørvur á broytingum í byggisamtyktum o.a. Borgarstjórin legði áherðslu á, at kommunan ger alt fyri at útvega grundstykkir, so skjótt sum til ber.

Tá tað kemur til leiguíbúðir, eru tað ikki heimildir í lógini fyri, at kommunan kann gera nakað við hetta. Tað er tørvur á smidligari reglu- og lógarverkið, tá talan er um útoyggjarnar, tí umstøðurnar eru so nógv øðrvísi, enn á meginøkinum. Tó skuldi tað verið upplagt at gjørt átøk saman við Bústøðum, men sum sagt, so ber tað ikki til, segði Jógvan Skorheim.

Paulina Eliasen, ið umboðaði Syðradal, og Jóhanna Maria Isaksen, av Húsum, lýsti umstøðurnar og tað truplu støðuna hjá ungdóminum, ið ynskir at búseta seg í heimbygdunum. Einasti møguleiki er at búgva inni hjá foreldrunum, og tað hvørki kunnu ella ynskja øll.

Á fundinum var eitt dømi úr Húsavík umrøtt, har kommunan útvegar ein ”royndarbústað” til unga familju at leiga, til tey fara undir at byggja egin hús, eisini ein verkætlan í Vági, ið var nevnd.

Niðurstøðan á fundinum var, at vantandi møguleikin hjá ungum at seta búgv, er ein hóttan fyri búsetingina á Kalsoynni, og sum heild fyri allar útoyggjarnar. Hetta má broytast alt fyri eitt.

Landsins myndugleikar noyðast at gera ítøkiligar ætlanir fyri menning á útoyggj, har tað verður givið kommununum víðkaðar heimildir, eitt nú í samstarvi við Bústaðir, at útvega leiguíbúðir.

Hesum fara Útoyggjafelagið og Klaksvíkar kommuna at virka fyri, og tað er eisini upplagt, at bæði Kommunufelagið og Bústaðir eru við í hesum.

Føgur orð um viljan at hava búsettar útoyggjar, nytta onki, um ongir bústaðir eru tøkir - tí er hetta ein uppgáva, ið landið saman við kommununum eigur at lyfta, og ongantíð ov skjótt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur