Lýsing
Lýsing
Lýsing
Soleiðis sá út við Tórsvøll klokkan 12 - 3 tímar fyri dystin. Blikalogn, fløggini hingu bein niðureftir, skýggjað og surk. Men sólin kendist sterk, so helst fer tað at lætna eitt sindur næstu tímarnar | Mynd: Páll Nolsøe Slættanes

Næstan stilli á Tórsvølli í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.07.2020 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Mátistøðin hjá Vørn sigur frá 5 m/s út útsynningi í Havn á middegi. Hitin liggur um 12 stig. Hetta er luft sum kemur úr einum hátrýsti yvir Atlantshavinum - einar 1000 fjórðingar sunnan fyri Føroyar.

Luftin er slavin (full í vætu), tí er ikki klárt. Tó er ymiskt kring landið, hvussu óklárt tað er. Sum næstan altíð.

Tað er sjáldan klárt á útsynningi í Havn. Tað er tað heldur ikki í morgun. Ein KÍ-fjeppari (undercover) í høvðustaðnum tók nakrar myndir av Tórsvølli fyri Norðlýsið á middegi. 

Men sólin er sterkt hesa árstíð. Hon fer helst at bróta ígjøgnum næstu tímarnar, so at tað er eitt sindur klárari, tá ið dysturin byrjar.

Veðrið meðan dystur er, fer at vera nokkso líkt veðrinum í løtuni (klokkan 12). Eitt lítið lot úr útsynningi ella útsynningi-suðuri - tað fer neyvan at merkjast yvirhøvur við Tórsvøll. 

Turt allan dystin. So er tað tað, hvussu klárt tað verður. Ringt at siga, men brýtur sólin væl ígjøgnum, so verður veðrið ordiliga gott. Livst so spyrt.

Hitin fer at liggja um 12 til 14 stig.

Góðan dyst - og koyr á KÍ. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti