Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar lesa

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.09.2020 - 11:19 Tíðindaskriv

Uttanríkis- og mentamálaráðið skipar fyri kunningarfundi um átakið Føroyar lesa.

Føroyar lesa er átak, ið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum. Nýggjar kanningar av lesivanum og málmenning millum børn og ung í Føroyum geva greiðar ábendingar um, at tørvur er á at varpa ljós á lesing í Føroyum.

Á kunningarfundinum fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, at kunna um átakið Føroyar lesa.

Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, og Sissal M. Rasmussen, adjunktur og ph.d á Námsvísindadeildini, hava framløgu um nýggjar kanningar av lesivanum, sum lýsa og staðfesta týdningin av góðum lesivanum og grundleggjandi málmenning hjá børnum, har lesing hevur ein týðandi leiklut.

Harumframt fer Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, at siga nøkur orð um leiklutin hjá Kringvarpinum við støði í, at stóru stroymingtænasturnar gera, at enskt vinnur alt meira fram. Saman við broyttu miðlavanunum hevur hetta stórt árin á føroysku mentanina.  

Aftaná verður høvi at skifta orð við stigtakararnar av verkætlanini.

Kaffi og ein lættur biti verður at fáa.

Orsakað av koronusmittuni verða tey, ið ætla at taka lut, biðin um at boða frá luttøku áðrenn mikudagin 16. september kl. 16.00 á palln@ummr.fo.

Kunningarfundurin verður á landsbókasavninum, og verður somuleiðis stroymaður, umvegis heimasíðuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðið, www.ummr.fo

Seinastu tíðindini
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...