Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magni Garðalíð stillar upp

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  18.10.2020 - 20:46 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Norðoya Sjálvstýrisfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, og greitt er, at Magni Garðalíð er á listanum.

Magni Garðalíð er 55 ár og úr Vestmanna, men hann flutti til Húsar í 2002, sum eisini var árið hann giftist við Hannebeth. Magni og Hannebeth eiga tvey børn hvør sum øll eru vaksin og sjey barnabørn.

Magni Garðalíð hevur siglt sum kokkur. Hann fæst eisini nógv við ferðavinnu og hevur matstovuna á Kalsoynni. Hann hevur eisini arbeitt við heimleysum innan Frelsunarherin í 8 ár og hevur verið við í stóra arbeiðinum, sum verður gjørt fyri heimloysi í Umsorganarheiminum Gloria.  

Magni Garðalíð er royndur í lokalpolitiskum høpi, og hann var seinasti borgarstjóri í Húsa kommunu, har hann var borgarstjóri í tvey skeið, áðrenn lagt varð saman við Klaksvíkar kommunu. Eisini hevur hann sitið sum varðalimur í býráðnum seinastu fýra árini.

 

Sjálvur sigur Magni soleiðis:
Eg ynski at arbeiða fyri, at tað verður liviligari í smáu bygdunum, og at tær verða fríðkaðar í samráð við borgaran.

Umráðandi er eisini, at spillivatnsskipan verður gjørd, har hon manglar. Eisini skal grøn orka raðfestast nógv hægri, og vit skulu framhaldandi arbeiða við, at kommunan verður so grøn sum gjørligt.

Tað er eisini av stórum týdningi, at børnini, sum búgva á útoyggjum fáa møguleika til at ganga í fólkaskúla upp í 7. flokk á oynni.

Føroyska ferðavinnan er vaksandi, og tað eru fleiri, sum hava góð hugskot og gott áræði, tí haldi eg, at tað er av stórum týdningi, at spýrar í smáu bydgunum fáa tann stuðulin, sum teimum tørva fyri at fáa hugskot til veruleika og veruleikan at mennast.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…