Lýsing
Lýsing
Lýsing
Henda myndin er tikin 1. februar 2019. Tá ið lá kavin í einar 10 dagar. Viðurskiftini í lufthavinum vóru lík viðurskiftinum, sum hava verið í 10 dagar og sum fara at vera alla vikuna, sum kemur. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.01.2021 - 18:25 Tíðindi Veðrið

Tað skuldi skifta í dag til lýggjari luft sunnaneftir, men so varð ikki. Eitt hátrýst er nakað langt norðan fyri Føroyar, tað fer at liggja næstan í stað komandi vikuna og fer at senda kalda luft ímóti okkum.

Ein munur er tó, og tað er, at luftin fer at stava úr Norðurnorra – ístaðin fyri ta luftina, sum í seinastuni er komin úr Eysturgrønlandi.

Ættin fer at liggja av norði í dag afturat, men í nátt dettur hon niður ímóti landnyrðingi ella landnyrðingi-eystri, og har verður hon verandi restina av vikuni.

Fyri tað mesta lítil vindur í vikuni, sum kemur, um 5 til 10 m/s flestu dagarnar – tó undantikið týsdagin, tá er eitt sindur meira vindur, 10 til 15 m/s.

Tá ið høgætt er undan einum hátrýti norðan fyri okkum, er loftið vanliga klárt. Soleiðis fer eisini at vera í vikuni, sum kemur. Eingi ella fá høg ella miðalhøg skýggj. Lokalt fara nøkur lág skýggj at síggjast kring høg ella miðalhøg fjøll. Har kann eisini kava viðhvørt.

Hitalagið (dagshitin) fer at kvinka seg eitt lítið sindur upp, av frostmarkinum upp í 2-4 stig. Um náttina nøkur stig kaldari, serliga har tað er stjørnuklárt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir