Lýsing
Lýsing

Fram við landi í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.07.2021 - 18:42 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Fyrsti partur. - Av Borðoyarvík um Skálanes, Syðratanga, Norðatanga og Lisshøvda.

Tað vóru vit tríggir, Ásmundur Joensen, Hans Hjalti Skaale og undirritaði, sum í eini tvey ár hava tosað um, at tað hevði verið stuttligt,at fari við Spógvanum, fimm manna farinum, sum vit tríggir mangan hava flóta við, av Borðoyarvík, undir Svínoynna á Hattarvík, norður um Fugloynna á Skarðstvík og hagani á Viðvík. Síðani á Árnafjarðarbergini og aftur í neystið á Borðoyarvík.

Sunnukvøldið var ætlanin aftur tikið upp á mál og skjótt var monnunum um. Mánakvøldið var alt klárt og klokkan var ikki meira enn farin av átta týsmorgunin í hesi vikuni, so varð lagt frá landi.

Nógvar myndir blivu tiknar. Fyri ikki at gera ov nógv av við myndum í senn, so havi eg valt nú at leggja myndir frá fyrsta parti av túrinum út. Tað snýr seg um túrin av Kráartanga  heimanfyri bátahylin á Borðoyarvík og í Lisshøvda.

Út eftir víkini bleiv beinan vegin lagt undir til ein góðan túr, við tað at tað eru ár síðani at vit hava sæð so nógvan svartfugl frá Oyri og út á Skálanes. Har sóust stórir flokkar bæði av lomviga og lunda. Ikki minst var hugaligt at síggja at ungar vóru ímillum lomvigurnar. Hetta sá spennandi út og vit kundu ikki annað enn fegnast um, at tað sýnist vera komin uppgongd í talið av svartfugli her um okkara leiðir. Tað vit sóu her á Víkini og eystureftir, samanlagt við tí vit sóu í vetur tá loyvt var at skjóta fugl, ber boð um nýtt mót fyri svartfuglinum.

Komnir um Skálanes sigldu vit innanfyri bogarnar har og fram við holunum undir Nærabergi tætt eystanfyri Skálanes. Tað var her søgan um illveðursfiskin gekk fyri seg í 1920. Hans Jákup Frederiksen, sáli skrivaði, hann róði út sum 17 ára gamalur við einum fýramannafari av Borðoyarvík. Hinir, sum vóru við á túrinum vóru Lamba Jóhann og Niclas í Ánunum. Teir vóru farnir við snøri hendan tollaksmessudagin, ætlanin var at fáa fisk til knettir jólaaftan. Men teir noyddust at liggja her við holurnar, tí ikki var farandi hjá teimum um Skálanesbogarnar og inn á Klaksvík. Teir komu tó aftur í øllum góðum við fullum báti av góðum fiski.

Hagani gekk leiðin eystur á Gjógvarenni. Ennið, ið stingur seg út frá gjónni, sum hevur verið kallað Eystur á Gjógv. Her valdu vit at fara inn at hyggja okkum um. Hetta er eitt sera rúmsátt og hugnaligt helli at vitja ein so góðan dag. Víðari tætt fram við landi undir Nærabergi, Skoramunna og yvir á Syðrátanga. Síðani norður við Skorini. Komnir á Norðratanga, valdu vit at fara inn í eina av holunum beint Norðanfyri tangan undir Bríkini. Her vóru vakrir litir at síggja í hellinum. Hagani fram við Herjaskor og í Herjaskorargjógv.

Minnist at Jógvan Gerðalíð einaferð segði mær, at hann hevði sitið her uppi yvir og við kikara hevði hann eygleitt vøksturin í gjónnu. Hetta helt hann vera ein fauna, ið var verd at kanna, tí her var ongantíð nakar seyður komin fram at: “Eitt satt paradís at síggja” helt hann fyri tá.

Ná men eftir at hava dvøljað her góða løtu og avmyndað mølina í gjónni, varð hildið fram yvir ímóti Lisshøvda  og síðani var Kósin sett mógi Svínoynni. Meira um tað í øðrum parti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…
Avrikið hevur hægstu raðfesting
Tit eru við til at gera okkara bý fjølbr…
Móttøka í virknis­húsi­num í Mylnugøtu í K…
Arbeitt verður við bústaði til 44 arbeið…
Búnaðarstevnan verður tann 20. november
45 nýggjar leiguíbúðir í Tórshavn
Sjóhiti til Føroya Tele í Klaksvík
Staksdagu­rin verður í Tjørnuvík leygarda…
Sjáldsama fáir skaðar fyrra hálvár
Nú byrjar tilmeldingin til Kvøldskúlan