Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: nsi.fo

Magnus Norðberg kann javna og taka metini hjá Ludvík við Stein

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.07.2021 - 22:05 Ítrottur Tíðindi

Ludvík við Stein eigur metini hjá 10-mannaførum við sama báti.

Ludvík við Stein vann føroyameistaraheitið við Eysturoyingi á fyrsta sinni í 1998 og í 2016 vann vann føroyameistaraheitið nr. 7 við sama báti. Eysturoyingur vann tilsamans 8 føroyameistaraheitir hesi árini, tí í 2002 var Ludvík ikki við. Ludvík sigur við Norðlýsið, at hann hevur vunnið tilsamans 39 FM-róðrar við sama báti hjá 10-mannaførum. Árini 1998 og 1999 vóru bara seks stevnur, meðan tað hesi síðstu árini hava verið sjey stevnur. Ludvík veit ikki um nakran, sum hevur vunnið sjey ella fleiri føroyameistaraheitir við sama báti hjá 10-mannaførum.

Tað merkir, at Magnus Norðberg kann javna annað metið og javna ella einsamallur taka hitt metið hjá Ludvík í ár. Til tað krevst, at Klaksvíkingur vinnur FM, sum hann ger um hann ikki fær reytt kort á nakrari av báðum stevnunum, ið eru eftir. Tá vinnur Magnus sítt FM nr. 7 við Klaksvíkingi. Og vinnur Klaksvíkingur báðar stevnurnar, so kemur Magnus uppá 40 FM-stevnusigrar við Klaksvíkingi, sum er eitt meir enn tað, sum Ludvík vann við Eysturoyingi. Vinnur Klaksvíkingur annan róðurin, so vera teir javnir.

 


Leygardagin verður norðoyastevnuróðurin og 28. juli verður ólavsøkuróðurin.

 

Dagført:

Tað er ein rógvari afturat Ludvík við Stein, sum hevur vunnið sjey føroyameistaraheitir.

Í gjár skrivaðu vit, at Ludvík við Stein(Eysturoyingur) er mest vinnandi rógvari við sama báti hjá 10-mannaførum við sjey føroyameistaraheitum og 39 FM-stevnusigrum. Men tað er ein afturat, sum hevur sjey føroyameistraheitir. Tað er Karl Olivar Bærentsen, sum í 1979 vann sjeynda føroyameistraheitið við Havnarbátinum. Hesi árini vóru færri stevnur enn nú, so Karl Oliver vann ikki eins nógvar FM-róðrar sum Ludvík.

Magnus Norðberg (Klaksvíkingur) kann í ár javna metið við sjey meistraheitum og javna/taka metið fyri flest FM-róðrar. Hann hevur í løtuni seks føroyameistaraheitir og 38 FM-róðrarsigrar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…
Gaston gjørt sáttmála til og við 2027
Hanna: Hóast broytingar skal Fleyr vinna…
Norebo JSC: Føroyskir politikarar vilja…
Ársmøti hjá Kirkjuliga Missións­felagnum
Epli og gularøtur av Sandi