Lýsing
Lýsing
Lýsing
Johan Dahl verður, helst saman við með-suðuroyinginum Kristin Michelsen, høvuðspersónur í málinum um at lata samkyndar kvinnur verða javnsettar við hinskyndar í barsilslógini. | Mynd: Oliver Joensen

Greining og upptakt: Hevur málið um sammøður ein kjans?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.09.2021 - 00:10 Leiðarin Politikkur

Tað vóru nýggir tónar frá løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, nú Sambandsflokkurin hevði landsfund í Klaksvík. Løgmaður harmaðist um at hava bundið Sambandsflokkin til at atkvøða saman við restini av samgonguni ímóti andstøðuuppskotum, og lovaði, at tað ikki fór at endurtaka seg. Hetta var ein hálv blástempling av tí, sum Johan Dahl, tingmaður, longu hevur gjørt, og sum hann aftur fer at gera.

Johan Dahl hevur fleiri ferðir sagt, at hann hann er fyri at javnseta samkynd við hinskynd í barsilslógini, og at hann fer at atkvøða hareftir. Fyrr í ár segði hann seg hava torført við at hyggja seg sjálvan í spegilin aftaná, um hann ikki fylgir síni egnu sannføring og samvitsku í hesum málinum.

Nú kemur málið so aftur fyri, og meðan onki er broytt Johan Dahl viðvíkjandi, so er løgmaður við at føra seg yvir ímóti sjónarmiðinum hjá Dahl, tó uttan at lova øðrum at atkvøða saman við andstøðuni. Tað er tó ikki upp til løgmann, tí Stýrisskipanarlógin loyvir øllum tingfólkum at atkvøða eftir egnari sannføring, so forða nøkrum kann løgmaður ikki. Hann kann einans gera vart við tær politisku og samgonguligu avleiðingarnar, tað kann fáa.

Málið hevur verið fyri áður, og tá endaði tað við einum køldum kríggi millum andstøðuna saman við Johan Dahl aðrumegin og samgonguna hinumegin. Tað var ikki sørt at tankarnir leitaðu aftur til 1946, tá ein Jákup í Jákupsstovu veitti Fólkaflokkinum neyðuga meirilutan fyri tí, hann helt vera rætt. Men fyrr í ár var tað einasti tingmaðurin, sum ikki var í tingsalinum, ið avgjørdi alt.

Kristin Michelsen møtti ta ferðina upp í Løgtinginum fyrrapart, men tá málið dró út, fór hann við Smyril á miðdegi. Sagt varð, at hann skuldi røkta seyð. Johan Dahl atkvøddi saman við teimum 15 andstøðutingfólkunum, ið eftir vóru, og sostatt stóð 16-16. Tá tað er støðan, fellur málið, tí fleiri skulu atkvøða fyri enn ímóti, tilskilar Stýrisskipanarlógin.

Tá gjørdi Bill Justinussen úr Miðflokkinum sína støðu greiða, har hann minti Johan Dahl á, at øll samgongutingfólk frá tíð til aðra mugu atkvøða ímóti skilagóðum andstøðuuppskotum, og segði harvið, at tað átti Johan Dahl at gera í hesum føri. Sum øllum kunnugt rein tað ikki við, og støðan hjá Johan Dahl er sjálvsagt greið. Ivamálini eru hini tingfólkini.

Annika Olsen úr Fólkaflokkinum hevur úttalað seg positivt um at javnseta samkynd við hinskynd, og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum hevur heldur ikki stillað seg avvísandi yvirfyri tankanum. Men tey eru í teirri støðu, at tey eru varafólk, og teirra sessur er sostatt hóttur, um samgongan er hótt. Tí er mest sannlíkt, at tey fara at atkvøða ímóti og siga, at tey við at gera tað vildu bjarga samgonguni. Tað er sæð fyrr. Og júst at Erhard Joensen sum eykavaldur tinglimur hevur fingið tungasta nevndarformanssessin, kann tulkast sum eitt halt-kjaft bomm frá løgmanni. Tað er eisini lætt at fáa tankan at Annika Olsen fer at brúka sína støðu at trýsta Jørgen Niclasen.

Fólkaflokkurin hevur í eitt (ella fleiri) mannaminni havt ein konservativan og ein liberalan vong. Hugsast kann, at her verður ein innanhýsis kampur í Fólkaflokkinum millum hesar báðar vengur, og sum landslagið liggur í løtuni, kunnu tinglimir Fólkafloksins fara at hugsa taktiskt og geografiskt, soleiðis at skilja, at fólkaflokspolitikarar í miðstaðarøkinum fara at vilja tekkjast liberalu veljarunum og fólkaflokspolitikarar í útjaðaraøkjunum fara at vilja tekkjast konservativu veljarunum. Ikki tí teir neyðuga eru annaðhvørt konservativir ella liberalir av lyndi, men tí at teir vita, at veljararnir í økinum eru tað. 

Kristin Michelsen hevur hinvegin hvørki nakað at vinna ella at tapa við útfallinum av hesum málinum, og kann tí gera, sum hann vil. Har er spurningur bara, hvat tað er, hann vil. Seinast var hann ikki til staðar, og tað er ikki lætt at lesa av, hvørja støðu hann hevur til hetta málið. Tá málið um Hjúnabandslógina var fyri, varð leingi hildið, at Kristin Michelsen og Heðin Mortensen fóru at atkvøða ímóti. Tá avtornaði var Heðin Mortensen ikki til staðar, meðan Kristin Michelsen atkvøddi fyri. Út frá tí kann man kanska vænta, at hann aftur atkvøðir fyri nú, men hinvegin hevur hann eisini sagt, at hann ikki vil hava formannin í Javnaðarflokkinum aftur í landsins stjórn – nakað sum kann henda, um samgongan slitnar.

Sostatt kann Kristin Michelsen gerast bjargingarmaðurin hjá antin samgonguni ella andstøðuni. Har kann tað vísa seg, at hann hellir til tann partin, ið gevur sær ella sínum baklandi mest afturfyri, og tað vil natúrliga vera samgonguni, tí Landsstýrið og samgongumeirilutin eru sjálvandi betur stillað enn andstøðan til at lova nakað afturfyri. 

Vit tippa tó, at hann ger hvørki, og at málið endar eins og tá tað fyrr var fyri, men at hann kortini uppnáar tað sama sum við at atkvøða fyri, í og við at úrslitið verður tað sama.

Mest sannlíkt er tí, at andstøðan atkvøðir samlað fyri, at Johan Dahl eisini atkvøðir fyri, men at Kristin Michelsen ikki atkvøðir, meðan samgongan uttan Johan Dahl atkvøðir ímóti, hóast summi eru fyri, tí tey vilja “bjarga samgonguni”. Og so fellir uppskotið enn eina ferð. Og vita so um vit ikki fara at síggja nakrar milliónir finna veg til Tvøroyar og Suðuroy, tá fíggjarætlanin fyri 2022 kemur fyri á løgtingi í næstum.

Men nú fáa vit so at síggja. Málið hevur fyrstu viðgerð hósdagin 30. september.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík