Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður fyriskipaði sín fyrsta tíðindafund 12. mars í fjør í samband við Corona smittuvandan. Eru vit aftur har vit byrjaðu? | Mynd: kvf.fo

Corona vil ikki sleppa Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.10.2021 - 21:05 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Seinastu vikurnar eru Coronatilburðirnir bara vaksnir í tali, og serliga í miðstaðarøkinum eru heil arbeiðspláss, ið liggja hálvgum lamin, tí fleiri starvsfólk eru í sóttarhaldi, eins og fleiri næmingar í skúlaflokkum somuleiðis eru raktir og ikki fáa møtt upp. Støðan minnir í roynd og veru um tá ið Corona á fyrsta sinni kom, og tí mugu vit spyrja, um vit eru aftur har, vit byrjaðu?

Svarið er helst “nei”, men tað er margháttligt, at tá nú so mong eru koppsett, at vit framvegis liggja til at kunna taka óhepna metið um flestar tilburðir uppá ein dag. Norðoyggjar eru ikki hart raktar; nærum als ikki raktar, men vit eru øll í sama báti óansæð, tí so nógv og gott samband er oyggjanna millum.

Meira enn ein lækni hevur verið úti og funnist at, at kravdu kanningarnar við landamarkið vórðu avtiknar 1. september. Og teir kunnu saktans hava rætt í, at tað hevur gjørt sítt til høga talið av tilburðum. Men smittan er eisini leys innanlands, og nógvir av nýggju smittutilburðunum eru íkomnir í Føroyum.

Um vit eina løtu ikki hyggja at tí heilsuliga og heldur fokusera upp á tað fíggjarliga, so raka sóttarhaldini harðari enn sjálv sjúkan. Summi starvsfólk hava møguleikan at arbeiða heimanífrá, meðan tey sita í sóttarhaldi, men fyri mong er tað ikki ein møguleiki. Í løtuni situr eitt heilt prosent av íbúgvunum í Føroyum í sóttarhaldi, og fær ein stórur partur av teimum ikki arbeitt, so gongur tað heilt víst út yvir fíggjarstøðuna, bæði teirra privatu, ta hjá arbeiðsplássinum, og eisini hjá landinum.

Tað er tí gott, at heilsumyndugleikarnir hava gjørt av, at einans ókoppsett skulu í sóttarhald. Harvið fáa tey koppsettu arbeitt víðari, og tað hjálpir heilt víst upp á støðuna. Í Skúlanum á Argjahamri hava koppsettu næmingarnir fingið tilboð um at møta upp, um teir vilja tað. Annars fer undirvísingin fram yvir internetið.

Hetta er alt ein avgjørdur bati, ið ger, at tey koppsettu fáa livað sum vant, og hetta er ein møguleiki, sum vit ikki høvdu, tá Corona hevur havt teir spískastu tindarnar á grafunum yvir smittað áður. Men framvegis hava vit umleið fimm hundrað fólk í sóttarhaldi, og eina smittu, ið so at siga gongur leys úti í samfelagnum.

Læknavísindin hevur ymiskar tilráðingar um, hvat gerast kann. Ein lækni mælir til, at ávís arbeiðspláss krevja av sínum starvsfólkum, at tey skulu vera koppsett. Hetta sæst eisini í fleiri øðrum londum. Aðrir læknar mæla til at endurupptaka kravdu kanningarnar við landamarkið. Ávaringar eru eisini komnar um konfirmatiónirnar, ið eru um hesa tíðina; kanska ikki beinleiðis frámæli um at luttaka, men staðiligar áheitanir um at vísa varsemi.

Nú skulu vit sum blað ikki gera okkum klók uppá, hvat er best til ráða at taka – tað eru læknavísindini best skikkað til, og politiska skipanin hevur ábyrgdina og skal kunna standa inni fyri tí, ið gjørt verður – men tað er greitt, at okkurt má gerast. Nú heystfrítíðin hjá skúlunum stendur fyri framman, verður nógv økt ferðing millum lond. Og tá mugu vit vera tilvitað um, og fyrireikað uppá, at tað longu ov høga talið av smittutilburðum kann gerast uppaftur hægri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast