Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Oliver Joensen

Býttu stigini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.10.2021 - 22:00 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Dysturin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Neistanum í KÍ-høllini í dag eyndaði við javnleiki 24-24, eftir at Stjørnan var á odda 14-12 í hálvleiksstegginunm. 

 Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað Stjørnan, sum hevði munin, og tá 22 min. vóru leiktir var støðan 11-7 til Stjørnun. Tað eydnaðist tó Neistanum at minka um munin, soleiðis at tá farið varð hálvleiks, var støðan14-12 til Stjørnuna.

Gongdin var tann sama fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, liðini skiftust um at skora, men tá leiktir 14 min. av seinna hálvleiki, stóð á jøvnum 18-18. Eftir hetta steðgaði fullkomiliga upp hjá Stjørnuni, og næstu 9 minuttirnar fingu tær onki mál, meðan Neistin skoraði fimm ferðir, og var á odda 23-18. Men so reistist Stjørnan aftur, og rættiligur spenningur kom í dystin aftur. Tá leiktir vóru góðir 28 min. skoraðir Stjørnan til 23-24. Neistin fór í álop, men fekk ikki mál, og so hevði Stjørnan møguleika at javna, og tað eydnaðist teimum. Neistin fór síðani í álop, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál í teirra seinastu atsøkn, og tað var um reppið, at Tóra Eliasen í seinastsu sekundunum skoraði sigursmálið til Stjørnuna, men neistamálverjin vardi fyri skotroyndini hjá Tóru, og sostatt endaði dysturin við javnleiki.

Málini hjá Stjørnuni skoraður: Joan Sørensen 6, Durita Jojic 4, Katrin Bertholdsen 4, Jancy Jacobsen3, Malene Madsen 3, Sonja S á Bergi 2 og Tóra Eliasen 2.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025