Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Ólavur kongur Haraldssonur – halgimenni ella bølmenni?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  22.08.2022 - 15:04 Bloggur Mentan

Í Føroyum ógvast góð kristin menniskju um, hvussu Muhammed profetur eftir fáum árum megnaði at beina fyri Jesus-trúnni í gomlu kristnu londunumí Miðeystri og Noruraftrika við miklum harðskapi og vápnamegi. Kortini halda vit í Føroyum kristna høgtíð um hann, sum nýtti somu ókristiligu framferð móti øðrvísi hugsandi í Noregi. Og á ólavsøku fær hann hátíðarsess við altarið í dómkirkjuni við øks í hond og reyðum pínslaváttarliti.

 

Hetta verður skrivað hóast væl vitandi, at ein eigur ikki at døma fortíðina út frá nútíðaridealum. Men at dyrka eina halgisøgu ella legendu, sum mong søgukøn meta lítið hald at vera í, tað er næstan á markinum til avguðadyrkan.

Summar nýggjari halgimannalívssøgur (”helgenbiografier”),  eisini rómversk-katólskar, ivast í, hvussu kristin Ólavur veruliga var. Víst bleiv hann doyptur í Fraklandi, men dópurin er jú bara lyfti og váttan Guðs fyri restina av lívinum, ongin trygd fyri kristiligum sinnalagi, lívsáskoðan og atburði.

Høvuðsendamálið hjá Ólavi, tá hann kom aftur til Noregs, var ikki bara at kristna norðmenn, men meira at leggja alt Noregs ríki undir seg, og tað við miklum harðskapi, um neyðugt. Hann hevur kanska nýtt kristindómin í hesi herferðini, tí hann hevði lært sunnanífrá, at ein felags trúgv var góð fyri samanhaldið í einum landi. Strandafólkini í Noregi vóru helst longu merkt av kristintrúnni, meðan bóndafólkini í dølunum vóru meira vanabundin og seigari at fáast við.

Ólavur – seinni Halgi - var ikki serliga væl lýddur í síni samtíð. Men tey høvdu eisini ”spindoktarar” í miðøldini, sum spunnu søgur kring lív, roysni og deyða hansara, og sum megnaðu at fáa hann skírdan sum halgimenni, og nýttu hann til at savna norska ríkið og veita kristintrúnni fótafesti. So væl var spunnið, at ein hin prýðiligasta kirkjan, og tann stórsta av sínum slagi í Norðureuropa, enn stendur til minnis um hann i Tróndheimi.

Tað er ongin ivi um, at Ólavur Halgi er ein av teimum stóru persónligheitunum í norskari søgu og norska samleikanum. Hann hevur óivað eisini havt onkran týdning fyri Føroyar. MEN: tað ger hann ikki til halgimenni og eitt kristiligt fyrimyndarfólk. Hann var tann, hann var, eitt barn av síni samtíð, hugsaði eins og samtíðin, og nýtti teir framferðarhættir, sum hildnir vórðu at vera hóskandi tá. Dreymur hannsara var at savna Noreg til eitt ríki. Um kristintrúgvin kundi nýtast sum eitt vápn í hesum bardaganum, so var bara at taka hana við.

Tí fái eg eitt sindur ilt av, at prestarnir ár eftir ár standa fyri altarinum í dómkirkjuni og byrja ólavsøkuguðstænastuna við hesum orðunum úr dagsins kollekt:” Harra, Guð, himmalski faðir! Vær tøkkum tær, tí at tú gavst Ólavi kongi náði og kraft til at seta upp krossmerkið millum fólk okkara og at grunda tína heilagu kristnu kirkju her í heimlandi okkara.”

Tað er neyvan Ólavur kongur, ið eigur æruna av, at føroyingar blivu kristnir, tí sonn kristintrúgv verður spjødd frá munni til munn. Maðurin, sum er avmyndaður á altarinum í dómkirkjuni sum pínslaváttur við víkingaøks í hond, megnaði ikki at umvenda hjørtu føroyinga. Tað høvdu kanska tær kvinnurnar, sum landnámsmenninir. sum komu umvegis Suðuroyggjarnar (Hebridurnar, Man og Írland) høvdu við sær, helst longu gjørt í ein ávísan mun.

Um søgan um Sigmund og Trónd ikki bara er skrøgg, so er tað okkurt, ið bendir á, at kristintrúgvin longu hevði fingið fótafestið í Føroyum, áðrenn Ólavur Halgi kom til valdið. Tað sigst jú at Sigmundur hevði lært Pater Noster, Faðir vár og Credo (kredduna)-trúarorðini í fosturheiminum í Gøtu – tað er væl tekin um, at onkur kristin var í Gøtu longu tá. Kanska vóru tað trælir, frillur ella konur av keltiskum uppruna, sum landnámsmenninir høvdu havt við sær? Høvundur hevur eisini nýliga víst á, at kristin gravarsiður í Føroyum er nakað eldri enn ár túsund (symposium á KU).

Men Ólavur hevði sín kristindóm við sær úr Europa, har rómverska kirkjan nóg illa viðurkendi tey keltisku kristnu sum sonn kristin – biskuparnir,  hann hevði við sær úr Englandi, hava helst verið av somu áskoðan. Sostatt hevur umhvørvið hjá Ólavi mett føroyingar sum heidningar, hóast fleiri her helst longu vóru kristin. Um søgan um barnaárini hjá Sigmundi í Gøtu ikki bara eru skrøgg (ella spinndoktarí), so bleiv Sigmundur sendur aftur til Føroyar at beina fyri teirru kristnu trúnni, hann sjálvur var vaksin upp í, til frama fyri rómversku kristintrúnni. Av sonnum segði Erlendur Pæturson á sinni, at Sigmundur Brestisson var fyrsti føroyski imperialisturin.

Eg kann kanska reypa av at vera tann føroysti presturin, ið hevur hildið flestar ólavsøkuprædikur (kanska Gudmund Bruun, próstur, undantikn) – til samans seytjan í tali. Eina í Havnar kirkju, eina í Ishøj og fimtan í Keypmannahavn. Í Havnar kirkju (nú Dómkirkjuni) noyddist eg sjálvandi at lesa bønina (kollektina), sum hon stóð skrivað. Men í Danmark havi eg loyvt mær at umskriva kollektina soleiðis: ”Harra Guð, himmalski faðir! Vær tøkkum tær, tí at tú setti upp krossmerki millum fólk okkara og grundaði tína heilagu kristnu kirkju eisini í heimlandinum.” Her er tað Skapari himins og jarðar, og ikki Ólavur Halgi, sum fær æruna fyri tað, ið einans Guð eigur æruna av.

Guð, Kristus og Heilaga Andin eiga at hava fokus við eina og hvørja kristna guðstænastu. Sjálvandi eiga vit eisini at minnast øll góð kristin undangongumenniskju (halgimenni), og líkt er til, at Dómkirkjan nú eisini heiðrar Mariu Moy, sum hóast alt er móður Guðs, og sum so er eindømi millum kvinnur, við bláa Mariulitinum á ólavssøkualtarstjaldinum (um tað er tilvitað ella ei, veit eg ikki!).

Men at seta ein villan víkingakong við øks í hond í miðdepilin á einum altarstjaldi í einari lutherskari dómkirkju, tað er – milt sagt – guðfrøðiliga rættiliga ivasamt. Eg hevði kortini ikki vent út aftur, um eg kom til guðstænastu í dómkirkjuni í Tórshavn og sá Ólav kong við øks og reyðum pínslaváttabúna. Tí eg hevði mint meg sjálvan á orðini hjá hinum krossfesta: ”Faðir, fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera!

Ólavsøkan er ein rótfestur partur av okkara mentan, og onki ilt um tað! Tjóðarhøgtíðin er hábærslig, hugnalig og avgjørt neyðug. Men liturgiski liturin ein høgtíðsdag er hvítt, gult ella gull, og als ikki reytt, sum er liturin hvítusunnudag og annan jóladag.

Onki av hesum skal lesast sum ein atfinning móti listmanninum handan altarstjaldið, men heldur sum ein viðmerking til teirra, ið hava verið teologisku ráðgevarar hansara. Tí hóast kristindómurin og guðstænastan ikki bara eru guðfrøði, so skal alt í kristnu læruni og guðstænastuni kortini hava sítt støði í guðfrøðini.

Var Ólavur Haraldssonur størri bølmenni enn aðrir víkingahøvdingar? Neyvan! Men eitt halgimenni, ein fyrimynd fyri kristiligum lívi og levnaði, tað var og er hann ikki. Latum okkum tí lata vera við at látast sum um hann var ella er tað.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB