Ídnaðarøkið “Undir Hamri”
Fram við vestursíðini á Borðoyarvík, frá bátahylinum og út undir Fitjastein og Tangan á Bóli hevur nógv lendisarbeiðið farið fram í langa tíð.
(Grein úr blaðnum)
Orsøkin er, at okkara kommuna tørvar meira byggilendi til vinnuna. Helst mundi ein stór orsøk til at farið var undir hetta stóra kommunala projektið vera, at LookNorth fyri árum síðani søkti Klaksvíkar Kommunu um eitt umleið 8.000 fermetrar stórt grundøki til nýggjan virkisbygning til felagið.
Sum myndir vísa, so er ídnaðarøkið “Undir Hamri”, sum økið verður kallað, um at verða tøkt til ábyggingar.
LookNorth hevur nú í fleiri ár bíða eftir at sleppa at byggja, tí setti Norðlýsið seg í samband við stjóran á LookNorth, Ragnar Sundstein at frætta, um felagið framvegis hevur áhuga í at byggja á økinum.
Jú, sigur Ragnar Sundstein, eg havi verið á kortal og hugt eftir skráseting av økinum. Enn stendur ikki har hvør eigur økið, men sum skilst, so nærkast, tí nú stendur eitt matr. nr. á økinum.. Vit hava havt eina umsókn liggjandi í býráðnum í nokk so langa tíð men vit hava ikki fingið endaligt svar upp á hana.
Hví so er, veit eg ikki, men har hava verið persónsútskiftingar í býráðnum, so kanska er tað orsøkin til at hetta er komið í drag. Vit hava verið tolnir í longri tíð, so tað hevði verið hugaligt, um nakað hendi nú.
Men sjálvandi, nú er summarið farið, sum er lagaligasta tíð til bygging. Men um vit fingu byggiloyvi nú, so høvdu vit sjálvandi kunna skavað í jørðina, projekterað, bjóðað út og funnið okkum onkran at byggja, gjørt fundament og harvið verið klárir til várs at sett veruliga gongd á byggingina.
Men sjálvandi, tíðir broytast og nógv er broytt hesa seinastu tíðina viðvíkjandi prísum og kostnaði, so ikki fyrr enn vit hava tilboð inni um bygging, vita vit um vit verða førir fyri at fara undir hetta stóra tiltakið at byggja ein bygning upp á 4.000 fermetrar til okkara virksemi. Vit hava umleið 2.000 fermetrar at arbeiða á her vit eru nú, so talan er um dupult so nógva arbeiðisrúmd, sum vit hava í dag.
Takast skal við í metingum um framtíðina, at at kalla alt er dýrari í dag enn fyri stuttari tíð síðani. Vit hava merkt ógvusligan prísvøkstur á rávøru og oljuprísum. LookNorth brúkar sera nógva olju, vit eru helst eitt av teim virkjunum, sum brúka mest olju í Føroyum. Umleið 1200 til 1500 litrar blíva brúktir hvørt framleiðslusamdøgur, so oljuútreiðslurnar fylla nógv.
Rávøruprísirin hjá okkum fór nakað niður beint tá Korona farsóttin var byrjað, men síðani hækkaði hann nógv og eitt skiftið guldu vit tríggjar ferðir so nógv fyri rávøruna, men í seinastuni er hesin prísurin farin nakað niður aftur.
Hetta við prísvøkstri, er eisini nakað, sum vit skulu takað við í rakstrinum av nýggju útbyggingina av virkinum.
Vit hava tí eisini ætlanir um at byrja við nýggjari framleiðslu, afturat tí vit arbeiða við frammanundan og ikki minst, at endurnýta spillhitan frá frá virkinum, fyri at rættvísgerða stóru nýbyggingina.
At vit búskaparliga kunnu fara undir hesa stóru verkætlan okkara, skal tí ikki bert síggjast í øktari framleiðslu, men eisini í einum burðardyggari rakstrarhátti.
At enda sigur Ragnar Sundstein, at LookNorth er klárt at fara undir nýggju avbjóðingarnar og at teir fegnast um, at grundøkið nú sær út til at blíva tókt.
Á LookNort eru 16 fólk til arbeiðis fyri tíðina.