Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen viðmerkir nú tíðindini um 7. kvinnuna, ið ikki slapp á listan hjá Javnaðarflokkinum. | Mynd: Altinget.

Javnaðarflokkurin váttar søguna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.10.2022 - 16:48 Fólkatingsval 2022 Politikkur

Norðlýsið skrivaði fyrr í dag, at ein kvinna var komin til Føroya fyri at stilla upp til mynd og til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin, men varð eftir komu til Føroya forðað í hesum. Formaður Javnaðarfloksins hevur nú svarað, og niðanfyri viðmerkir Aksel V. Johannesen tíðindini. Hann váttar, at kvinnan, sum skuldi stilla upp, ikki slapp at stilla upp, og at avgerðin um tað kom seint í prosessini. Vit endurgeva hansara orð í óbroyttum líki:

Lógir Javnaðarfloksins áseta, at ein skal hava verið limur í flokkinum í seks mánaðir fyri at kunna stilla upp fyri flokkin. Í ”serstøkum førum” kann floksleiðslan geva undantak til, at persónur kann stilla upp uttan at hava verið limur í flokkinum í seks mánaðir.

Í floksleiðsluni sita umleið 40 fólk. Tey eru umboð fyri øll valfeløgini og fólkavaldir persónar.

Tað er rætt, at ein persónur, sum ynskti at bjóða seg fram hesaferð, ikki kom á listan.

Viðkomandi er ikki limur í flokkinum, og tí var henda umsókn tikin upp í floksleiðsluni.

1) Viðkomandi er ikki og hevur ongantíð verið limur í flokkinum. 

2) Viðkomandi hevur ikki verið á politiskum fundi hjá flokkinum. 

Fólkatingssessurin er ein týdningarmikil sessur, og ein partur av andliti floksins úteftir.

Niðurstøðan hjá floksleiðsluni var á ongan hátt persónlig. Tvørturímóti. Eingin hevði nakað ímóti viðkomandi á nakran hátt, og tey orð, sum søgd vórðu um persónin, vóru bara positiv. Kunnleikin til persónin var bara ov lítil til at undantak kundi gevast. Tí vildi meirilutin halda seg til lógir floksins, og ikki nýta ásetingina, sum loyvir  undantøk ”í serstøkum førum”. Nevniliga tí lógir floksins siga, at tað skulu serligar orsøkir til at geva undantak.

Floksleiðslan var samd um, at viðkomandi var vælkomin at tekna seg sum lim í flokkinum, og stilla upp fyri flokkin við eitt seinni høvi.

Floksleiðslan er eitt stórt organ, og tí kann tað taka tíð at fáa eina avgerð. Tað at avgerðin dróg út, er mín ábyrgd, og tað havi eg tosað við viðkomandi um og biðið um umbering fyri.

 

Aksel V. Johannesen, formaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…