Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er betri at rationalisera og effektivisera okkum til vælferð enn at skatta okkum til hana, og viðvíkjandi rationalisering kann tað almenna læra nógv av tí privata, var ein av høvuðsboðskapunum, ið kom fram á pallborðsfundinum í Løkshøll í gjárkvøldið | Mynd: runavik.fo

Rationalisera okkum til vælferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.02.2023 - 23:58 Leiðarin Politikkur Vinna

Skulu vit hava eitt vælferðarsamfelag – og tað skulu vit – so er gongda leiðin ikki at fíggja tað við at díkja vinnulívið undir í tilfeingisgjøldum, veiðigjøldum, tøkugjøldum og øðrum avgjøldum omaná partafelagsskattin, tey longu rinda. Tað kann lætt enda við at kippa hønurnar, ið verpa gulleggini. Besta leiðin fram til varandi vælferð er gjøgnum rationaliseringar.

 

“Fyri at fáa eitt gott samfelag krevst ein góður motorur”, segði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, á ráðstevnufundi í Løkshøll 15. februar. Hann segði eisini, at orsøkin til, at Føroyar vóru komnar so væl undan Corona-kreppuni, var, at Føroyar sum land hava eitt sterkt vinnulív við nøkrum stórum fyritøkum. Hesar hildu áfram við at gera íløgur hóast kreppuna og hildu á tann hátt samfelagshjólunum koyrandi. Tær smærru fyritøkurnar høvdu tað munandi truplari. Tí er tað neyðugt við nøkrum stórum kapitalsterkum fyritøkum.

Tað kann tí vísa seg at vera beinleiðis kontraproduktivur politikkur, um politiska skipanin fokuserar so nógv upp á at áleggja stóru fyritøkunum avgjøld. Tann almenni geirin í Føroyum er í vøkstri, kanska størri vøkstri enn gott er. Fyri at fíggja tann vaksandi almenna sektorin hevur politiska skipanin viljað tikið størri og størri gjøld inn frá vinnuni, og tað kann vísa seg at bíta seg í halan, við tað at fyritøkurnar av tí sama ikki sleppa at vaksa.

Regin Jacobsen nevndi, at fordeilingspolitikkurin hjá politikarunum higartil hevur verið at býtt ta somu køkuna. Tað er ikki nøkur gongd leið, tí hon merkir, at tá tað almenna fær eitt størri køkustykki av tí samlaðu køkuni, minkar stykkið hjá vinnuni samstundis. Í staðin eiga vit at leggja okkum eftir at gera køkuna størri, segði Regin Jacobsen eisini, og tað gerst best við at lata vinnuna hava so mikið av kapitali eftir, at hon hevur møguleika fyri at gera stórar íløgur.

Lykilin til vælferðarsamfelagið er sostatt ikki at stramma skattaskrúuna á vinnulívinum meira og meira. Heldur skal almenni sektorurin rationaliserast, soleiðis at útreiðslurnar til hann ikki vaksa meira, og so skal farast undir at effektivisera innan fyri tað almenna.

Vinnulívið er noytt at rationalisera; tað er skyldan hjá leiðsluni mótvegis partaeigarunum, men í vinnulívinum er tað ikki nøkur súr plikt. Tvørturímóti skapar tað vøkstur, soleiðis at fyritøkan (og samfelagskøkan) gerst størri og størri, ið merkir fleiri arbeiðspláss, ið aftur merkir betri samfelag, fleiri skattainntøkur frá lønarskatti og so framvegis.

Ongin samsvarandi skylda liggur á almenna sektorinum, og tað er kanska júst har, hundurin er grivin. Landskassin manglar at kalla altíð pening, og tað kann væl vera eitt úrslit av vantandi rationaliseringum innanvert tað almenna. Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrúgv, segði á sama fundi í Løkshøll, at tað var nógv lættari at fáast við íløgur enn við rakstur, tí tað altíð svíður fast hjá onkrum, tá raksturin skal lækkast ella tálmast. Ruth Vang var ikki heit fyri at lata fólk innanfyri tað almenna renna skjótari, men var kortini við uppá at hyggja at, hvat stýrdi almenna forbrúkinum. Eisini Høgni Hoydal, vinnumálaráðharri, segði, at hann trúði onki uppá, at vit bara kunnu halda fram sum onki og kortini fíggja alt; broytingar mugu til.

Politikararnir mugu síggja Føroya fólk sum partaeigarar av hesum landinum. Partaeigarar, ið ikki finna seg í, at Føroyar ikki verða riknar rationelt. Heldur enn at brúka hægri gjøld á vinnulívið sum universalloysn má politiska skipanin tora at fremja effektiviseringar í egnum rekkjum. Vinnulívið hevur gingið á odda og víst, at við at rationalisera veksur fyritøkan seg størri. Rationalisera vit eisini almennu Føroyar, gerst køkan munandi størri, í síðsta enda øllum at gagni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður