Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flakavirkini reisa seg altíð aftur

SKRIVAÐ: Leif Høj  |  21.02.2023 - 22:12 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Nú nógv umrøða er av Fiskavirkisskipanini og ymiskir aktørar og vísmenn siga sína hugsan, halda vit eisini her á Norðfra í Leirvík at vit kunnu loyva okkum at hava hesar viðmerkingar

Skipanin var gjørd, m.a. til at fyribyrgja tey sveiggj, sum frá nátturunnar hond eru, tá veiða eftir botnfiski fer fram við Føroyar. Tað er nú einaferð so, at veður kann tarna fiskarí ella streymviðurskifti, og fær man úr hesi skipan. Goldið verður so eisini inn í hesa skipan samhaldsfast.

So eru fleiri vinnur komnar við, og tær gjalda eisin inn, so tær hava eisini sama rætt at fáa út.

Men trupuleikin er m.a. tann, at fleiri av hesum vinnum, m.a. laksavinna og uppsjóvarvinna hava heilt aðrar fortreytir at leggja sítt virksemi til rættis á. Tað hevur bæði við tøku og útseting at gera, prís útlit og sesong fiskarí, sum nú einaferð fyrigongur.  

Tað er hugstoytt at hoyra at laksafeløg tosað niður á hesa skipan nú. Øll vita at laksavirkir hava ligi still í fleiri mánar til tíðir og arbeiðsfólk hava fingi úr Fiskavirkisskipan, tí betur; - men tá so árið er liðugt, so hava tey eisini móttikið bonus. Tað kann man seta stóran spurning við, hvussu tað hongur saman og samhaldsfesti.

At vit ídag hava stór feløg, sum fara avstað við nógvum arbeiðsfólki og tørvurin bara økist, er ein álvarsamur spurningur sum skal greiðast fáast á.

Men vit kunnu siga herfrá okkum, at Fiskavirkisskipanin er ein skipan arbeiðsfólk tíbetur hava møguleika fyri at brúka, tá minni er at gera, og tað eru vit takksom fyri. Ikki eru tað tey, sum tøma nakra skipan ella fáa ov mikið. Hetta er meir fyri at yvirliva.

At so flakavirki her á landi, nú hava torført við at skaffa nokk rávøru og liggja tungt í sjónum, er tíverri soleiðis. Vit kunnu vóna og biðja eftir at botnfiskurin skal koma aftur á grunnarnar, so eisini vanlig flakavirkið hava nokk at tríva í. Tey hava mangan upp ígjøgnum árini verið í brotasjógvi og reist seg aftur. Tað koma tey heilt vist at gera hesaferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fjølbroytt Tórsfest
Rørdur Rúni heiðraði Benjamin eftir fina…
Víkingar­nir helst ikki fyrstir í Føroyum
Vakur myndakalendari 2026
Tunlar skapa lív
KÍ - meir enn eitt felag
Seinasta paradís á jørð í 22 biografum í…
Petur á Roykheyggi talar í Betesda sunnu…
Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissióni…
Tvíkiljan Ennisskarð handað Bakkafrosti
G! er útselt
Nú verður FM-finala á ólavsøku millum Kl…
Cirkus Arena aftur í Føroyum
Einans 100 atgongumerki eftir
Fabrizio Romano um KÍ og Klaksvík - WOW!
Svein Rógvi tippar Vestanstevnuróðurin
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…