Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ternen hevur verið á vitjan í Klaksvík í dag og hevur siglt nakrar farmatúrar út í Kalsoynna | Mynd: Dávur Winther

Gamal kenningur á Klaksvík í dag!

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  26.08.2023 - 13:15 Mentan Tíðindi Vinna

Ternan avloysir Erlukongsdóttur, sum avloysir Sam, ið er til eftirlit!

Okkurt er galið við skrúvuni ella gearinum hjá Erlukongsdóttur, og kann hon tí ikki sigla við meira enn 6 míla ferð. Vónandi verður hetta greitt um vikuskiftið, har onkur serkønur skal koma at hyggja at feilinum.

Elinery, sum bert tekur 12 fólk, siglur pendulfar millum Nólsoynna og Havnina.

Ternan hevur siglt farmatúrar út í Kalsoynna - ein verður sigldur aftur at kl. 13, síðani Erlakongsdóttir aftur kl. 14 og annars eftir ferðaætlanini – tó við lítlari ferð.

Vónandi kemur alt í rætt lag um vikuskiftið, verður sagt av SSL.

Minnir um gamlar dagar at síggja Ternuna her. Men hon legði ikki so kvigliga og ræðu at í dag, sum hon gjørdi fyrr, tá ið hon hoyrdi heima her.

Ternan ger aftur farmatúrar út í Kalsoynna komandi týsdagin.

Væl afturkomin fyri eina stund!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...