Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Illveðrið í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.01.2024 - 21:06 Tíðindi Veðrið

Sagt er frá nógvum vindi í morgin, upp í ódn í miðalvindi. Helst ringasta veður síðan jóladag í 2016.

Hvat er so hetta, sum kemur ímóti okkum? – her er eitt lítið sindur um tað.

Talan er um eitt lágtrýst, har sum luftin melur rundanum øgiliga skjótt. Heit og køld luft.

Tað tók seg upp yvir suðurstatunum í USA fyri 4 døgum síðan – yvir Georgia ella South Carolina. Heit luft fór skjótt uppeftir og fór at mala runt ímóti klokkuni.  Ein meldur hevði tikið seg upp rundan um  eitt lágt luftttrýst, sum ikki var at steðga. Tað er soleiðis eitt lágtrýst tekur seg upp.

Hetta lágtrýstið tók eina leið eystureftir og var fyrradagin statt í havinum út fyri Maine, sum er ein av norðastu statunum á eysturstrondini í USA.

Síðan tók tað eina leið ímóti Føroyum. Ikki beint ímóti Føroyum, men kanska norðanfyri, tvørturígjøgnum ella sunnanfyri. Í skrivandi løtu er tað statt einar 600 fjórðingar í útsynning úr Føroyum og er á veg hendaveg.

Luftin melur ógvuliga skjótt rundan um tað, og meðan trýstið í miðjuni minkar, melur luftin skjótari – vindurin veksur.

Tá ið tað nærkast Føroyum í morgin ári, er trýstið í miðjuni minkað so nógv, at tað er kallað ein atmosferisk bumba. Vindurin er vaksin upp ímóti 30 m/s.

Tá ið tað nærkast okkum, fer vindurin í Føroyum at veksa, og nakað áðrenn middag er vindferðin komin upp í eini 30 m/s, og tað er nógvur vindur.

Tað er ikki ofta, at miðalvindurin í Føroyum er so nógvur – oftast er tað bert í hvirlunum.

Men, soleiðis sær tað út í morgin. Ringasta illveðrið síðan á jólum í 2016.

Í morgin ári 20 til 25 m/s av útsynningi, um 10 tíðina og nakrar tímar fram 25 til 30 m/s. Hetta er miðalvindur. Hvirlurnar kunnu gott vera nógv harðari.

Um 15 tíðina fer at minka.

Hetta er so tað nýggjasta. hvussu tað fer fram í smálutum, fáa vit at síggja. Ruddi upp rundan um har tit eru og vóni tað besta!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn