Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eisini løgtingslimir hava ligið tryggir í móðurlívi

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  14.05.2024 - 22:07 Politikkur Tíðindaskriv

Fleiri løgtingslimir siga seg taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi, og her kundi ein spurt ”hvør ger ikki tað”?

 

 

Felags fyri hesar løgtingslimir er, at teir fingu loyvi at liva og vórðu bornir í heim eftir 9 mánaðar í tryggum umhvørvi í móðurlívi. Fleiri av teim hava alment givið sína støðu til kenna og - í roynd og veru sagt - at hesin tryggleiki eigur við lóg at verða settur úr gildi.

Nú skal tað verða ”rætturin hjá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi” og ikki ”rætturin til lívið hjá barninum” sum er avgerðandi.

Eg eri vísur í, at ein orsøk til at hesir løgtingslimir hava hesa støðu, er, at teir ikki hava givið sær far um – ella ”skúgva frá sær”, at talan í verunleikanum eru um at taka lív. Vóru teir sannførdir um tað, so hevði støða teirra verið ein onnur og høvdu tí  ikki tikið undir við uppskotinum um fría fosturtøku!

Og at talan er um lív, kann eingin ivi vera um. Tí fortreytin fyri at verða  føddur er, at ein støðug menning er farin fram í móðurlívi – tvs, at fortreytin fyri at eg gjørdist 12 vikur gamal, var at eg gjørdist 11 vikur gamal og fortreytin fyri at eg bleiv 11 vikur gamal,var at eg gjørdist 10 vikur gamal o.s.fr, o.s.fr.

Um støðutakan hjá løgtingsliminum botnar í, at teir halda talan ikki er um ”lív” í 12. viku av graviditetinum, so loyvi eg mær at spyrja, um 12. vika ikki er fortreytin fyri menningini í móðurlívi til at blíva 13 vikur, 14 vikur, ...24 vikur…. 40 vikur?  Fortreytir sum førdu við sær, at hesir løgtingslimir  vóru bornir í heim og tí fingu møguleikan at taka undir við skaldinum, tá hesin so beinraki, hugtakandi og lívsjáttandi sigur “Lívið dýra undur eg var lutur av – eitt ævinleika boð av magn og anda.”

Er hetta ikki vert at hava í huga, áðrenn og tá trýstast skal á atkvøðuknøttin?

 

Tordur J. Niclasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...