Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gudny og børn spæla sjáldsama konsert

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.06.2024 - 13:30 Tíðindi

Songkvinnan Gudny Rasmussen og fýra børn hava framførslu á Summar Festivalinum

 

 

Songkvinnan Gudny Rasmussen fer at hava konsert saman við fýra børnum á Summar Festivalinum. Tað man vera rættiliga sjáldsamt, at mamma og fýra børn spæla konsert.

Gudny hevur spælt gittar og sungið, síðani hon var ung genta. Í 2022 kom hon við ep-útgávuni "Um eg var hon", og sangirnir hava verið nógv at hoyrt í útvarpi – ikki minst "Fyri fyrst" og "Óvissa", ið er duett saman við Eyðuni Nolsøe.

Børnini hjá Gudny duga eisini at spæla ljóðføri og syngja. Kendast av teimum er Ása Helena Brynjarsdóttir, ið var ein av profilunum í Sement tónleikakappingini í ár og spældi á SPOT festivalinum í Aarhus í mai.

Gudny fer at hava framførslu saman við fýra børnum – tey eru Terji Brynjarsson, Ása Helena Brynjarsdóttir, Gunnvá Rasmussen og Ronja Rasmussen.

Gudny & Co. hava framførslu á Torginum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.