Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brúkiligur fiskiskapur eftir gulllaksi

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  21.06.2024 - 19:55 Myndarøð Tíðindi Vinna

-Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkiligur hiðartil í ár. Síðstu túrarnir hava bæði verið skjótir og góðir, so tað er hugaligt.


Skoraberg og Fuglberg eru annað parið, sum roynir eftir gulllaksi hesa tíðina av árinum. Hitt parið er Polarhav og Stjørnan. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royna eisini eftir gulllaksi, men teir royna við lemmum, tvs. hvør sær.

Í gjár landaðu Skoraberg og Fuglberg 240 tons í Klaksvík eftir fýra døgum.

-Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkiligur hiðartil í ár. Síðstu túrarnir hava bæði verið skjótir og góðir, so tað er hugaligt. Tað sigur skiparin á Skoraberg, Anfinn Egholm.

-Vit hava roynt mest suður móti bretska markinum, og støddin hevur verið góð. Hini skipuni royna eisini mest har suðuri, sigur hann.

-Tavan í Leirvík keypir allan fiskin og vit fáa 6 krónur fyri kilo. Fáa vit uppí kørini í 4-5 dagar, so eru túrarnir í lagið, sigur Anfinn.

-Meðan verkfallið var, landaðu vit tveir túrar í Norra. Har fingu vit 5,36 fyri kilo. Tað var ov lítið, tí nógv tíð og olja fór til sigling. Tíbetur var veðrið gott, so siglingin gekk væl, sigur Anfinn.

Skoraberg og Fuglberg vóru á Toftum eftir ísi í gjárkvøldið. Anfinn segði, at teir ætlaðu suður aftur móti markinum at royna.

Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðin til París er byrjað
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nú er føroyskt á Google Translate
Rynkurnar farnar
“Ung í arbeiði” gera klárt til Team Rynk…
Býráðsfundur í dag
RynkebyFerðin til París byrjar í dag
Almanna­verkið harmast íkomnu støðuna við…
Niðri á Toftum verður gravað hugaliga
Nýsetti presturin um kallið
Børn við breki fyri mismuni
Sprelskur rappbólkur á Summar Festivalin
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar …
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ