Lýsing
Lýsing
Lýsing
Joe Biden fer nú at hugsavna seg um seinastu mánaðirnar av forestatíð síni | Mynd: AP Photo/Susan Walsh

Biden leggur kongin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.07.2024 - 21:00 Politikkur Tíðindi

Amerikanski forsetin Joe Biden hevur tikið seg úr forsetavalinum og vísur á Kamalu Harris í staðin

 

Tað sum átti at staðið øllum greitt fyri tíð síðan er nú veruleiki. Joe Biden verður ikki á atkvøðuseðlanum í november tá amerikanarar skulu velja teirra forseta. 

Norðlýsið skrivaði tann 28. juni í ár, at Joe Biden var besta kortið hjá Republikanarunum at vinna forsetavalið. Eftir at hava sæð hólmgonguna millum Biden og Trump stóð øllum greitt at Biden ikki er kognitivt førur fyri at stjórna Amerika. 

Men henda møguleika hevur Donald Trump so ikki longur. 

Biden fekk staðfest Covid-19 mikudagin, hetta eftir at hann hevði verið frammi í fleiri sjónvarps-samrøðum og veljarafundum og sagt, at hann fór at halda fram við sínum kanditaturi. Men hansara royndir at sissa kritiska baklandi hjá Demokratunum vóru til fánýtis, tær gjørdu bara støðuna verri. 

Í dag hevur Joe Biden kasta handklæði í ringin og vísur heldur á Kamalu Harris sum forsetavalevni. Demokratiska konventi verður hildið í august og tá velja Demokratar sítt forsetavalevni. 

 

Donald Trump og Joe Biden í hólmgongu tann 27. juni í ár. Getty Images

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…
Gaston gjørt sáttmála til og við 2027
Hanna: Hóast broytingar skal Fleyr vinna…
Norebo JSC: Føroyskir politikarar vilja…
Ársmøti hjá Kirkjuliga Missións­felagnum
Epli og gularøtur av Sandi