Tilhaldið á ferð
Á miðdegi í dag komu tríggir bussar úr Tórshavn við ikki færri enn 135 pensjonistum, sum hava sítt tilknýti til Tilhaldið í Tórsgøtu.
Tey hittast har fleiri ferðir um vikuna og samanlagt koma um 400 vitjandi í tilhaldið, tá ið vikan er av, greiðir Eirik Suni Danielsen, dagligur leiðari frá.
Eisini gera tey eina størri útferð um árið sum hesa í dag, har tey byrjaðu í Varpinum, skulu síggja Kappróðrarneystið, Christianskirkjuna og síðani til Kunoyar.
Endamálið hjá Tilhaldinum er at geva pensjonistum í kommununi møguleika at møtast til fjøltáttað virksemi fyri bæði likam og sál, greiðir Eirik Suni Danielsen frá. Á henda hátt at økja um lívsgóðskuna við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum og at skipa fyri trivnaðarligum tiltøkum í hugnaligum umhvørvi.
Har hittast tey til m.a. felagssang, kortspøl, hugnaløtur, felags gongutúrar, bindiklubbar, lesibólkar, fyrilestrar og til hugna og prát annars. Gjøgnum árið skipa vit fyri ymiskari undirvísing og skipa eisini fyri fimleiki fleiri ferðir um vikuna.
Gestirnir úr Havnini vóru væl nøgdir við prýðiligu hølini í Varpinum og tann góða bitan, teimum varð boðin.