Bakkafrost ruddar av Undir Leitinum
Í mong mong ár hevur ein alistøð verið undir Leitinum á Viðareiði, har skiftandi alarar hava rátt fyri borgum. Seinast hevur Bakkafrost brúkt hetta øki til sítt virksemi. Men tíðir broytast. Tað er nú rúm tíð gingin, síðani Bakkafrost bygdi nýggja alistøð inni í Hvannasundi skamt norðanfyri byrgingina. Tá varð arbeiðishátturin broyttur. Frammanundan fingu laksarnir, sum vóru í ringunum út fyri Leitinum í Hvannasundi fóður av fóðurstøðini á landi her. Men tað bleiv broytt til at Bakkafrost í staðin legði Høvdaboga, eitt fóðurskip við teym við ringarnar, soleiðis at í staðin fyri at fáa fóður pumpað út av støðini á landi undir Leitinum, fingu laksarnir nú føði frá fóðurskipinum.
Tað er Kjartan Hansen frá Mekanor í Klaksvík, ið stendur fyri ruddingini. Norðlýsið var á staðnum í gjár. Tá hevði Mekanor tikið tvær av stóru fóðursilonum niðir og var í fer við at taka tvær tær seinastu niður. Kjartan Hansen, stjóri á Mekanor, segði okkum, at alt skuldi takast burtur her á Leiti, siloir, hús og pierurin. Úti á Hvannasundi klárar Høvdabogi fóðringina, og annað arbeiðið sum krevst við ringarnar, verður gjørd við eitt nú alibátinum Hviltarskarð úr Hvannasundi.
Tá vit nú vóru við gomlu alistøðina brúktu vit eisini høvið at vitja á gomlu lendingini har másin og mong onnur skip løgdu at við ferðafólkum og farmi til Viðareiðis. Har treingir eisini til at hond verður tikin í.