Av Klaksvík á Borðoyarvík
Í gjár bleiv Nónhamar sleipaður suður ígjøgnum fjørðin eftir at hava ligið við kei har í áravís. Nú skuldi skipið undir nýtt kapittul, nevniliga millum annað at verða útbúgvingarstað á botni við Oyralandið, har kavarar skuldu fáa útbúgving á kavaraskúanum í Klaksvík, Faroe Dive.
Men ikki bert tað, vónin er at kavarar í hópatali fara at finna vegin til Klaksvíkar, her nú stórir møguleikar hjá teimum er at vitja Reynsmúla og Nónhamar á havsins botni og fylgja lívinum, sum nú rørisk kring rivini, sum vit hava sett á botn.
Tað gekk annars sum eftir ánni at sleipa Nónhamar suður ígjøgnum fjørðin og inn á Víkina. Lítið meira enn hálvur tími fór til hetta arbeiðið. Men komnir inn um aliringarnir við Núpin, varð lagt stilt soleiðis at fyri reikingar kundu gerast at leiða Nónhamar til nýggja arbeiðisplassi skamt frá Reynsmúla.
At finna rætta plássið var eitt sindur av eini avbjóðing. úrslitið bleiv eisini at Nónhamar liggur einar 5 metrar djúpari enn ætlað, nevniliga á umleið 25 metrum. Men tað er væl at skipið liggur her beint á kjølinum og við hvalabakinum inn ímóti Oyralandinum og hekkuni vestureftir.
Vit fyrireikararnir takka fólkunum kring Ziska og ikki minst manningini og leiðsluni á Brimli. Uttan tey bæði skipini við manningum hevði verið trupult at fáa hetta projektið upp í lag. - Takk fyri