Lýsing
Lýsing
Lýsing
150 arkitektar frá Vilhelm Lauritzen Arkitekter í Keypmannahavn á námsferð í Føroyum í hesum døgum. | Mynd: Dávur Winther

150 arkitektar vitjaðu Varpið

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  31.08.2024 - 15:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

Talan var um fólk á teknistovuni, Vilhelm Lauritzen Arkitekter í Keypmannahavn, sum er á námsferð í Føroyum í hesum døgum.

Eftir vitjan í Gøtu, har Ósbjørn Jacobsen, arkitkektur vísti teimum býráðshúsið og kirkjuna, lá leiðin til Klaksvíkar, har tey sóu kappróðrarneystið, Varpið og síðani Christianskirkjuna. Tey høvdu skipað seg í tvey lið, fyri ikki at fylla ov nógv.

Tey vóru hugtikin, at ein býur við 5.000 fólkum eigur eitt so flott og stórfingið mentanarhús við teirri góðsku og støði, tað hevur – fleksibult og ljóðgott afturat, og sum í næstum fær eitt ikki minni flott flygel, ið ”Sig hør og bør”, sum ein teirra tók til.

Kirkjan og neystið vóru ikki minni hugtakandi – einastandandi arkitekturur! Um tvey ár hava tit eisini eitt flott hotel í miðbýnum, umframt aðrar bygningar við íbúðum og lættari vinnu. Tit eru sanniliga væl koyrandi, søgdu hugtiknu gestirnir.

Millum arkitektarnar var ein føroyingur, Ragnar Egholm, sum visti at siga frá, at hann eisini var ættaður úr Innistovu og úti í Víkunum í Klaksvík. So hann kendi seg eitt sindur á heimavølli her.

Ragnar gekk í eini nýggjari Straight Ahead-blusu, hann hevði keypt í Tutl. Tá ið eg so spurdi, um hann eisini hevði keypt plátuna, var hann skjótur at svara, ”Nei, hana eigi eg frá fyrr”!

Tveir ungir arkitektar komu inn aftur at spyrja um ymiskt. Teir høvdu m.a. verið á vøllinum og hugt at umstøðunum har og fegnaðust um, at KÍ kláraði seg so væl í fótbólti – eisini úti í heimi.

Teir vildu vita, um føroyingar eisini eru hugtiknir av føroysku náttúruni, sum teir vóru so berktiknir av? Jú, tað eru vit! Svaraði eg teimum. Hon er serstøk, vøkur og stórbar, eins og tú mást hava virðing fyri henni, samstundis sum tú kanst njóta hana.

Leiðin lá síðani við fýra bussum umvegis Funning, Gjógv og Eiðisskarð til Havnar.

Teknistovan - Vilhelm Lauritzen Arkitekter er frá 1922

Lýsing
Seinastu tíðindini
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -