Lýsing
Lýsing

Sebastian Edelmann vitjar í Betesda í kvøld kl. 18

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2024 - 10:22 Tíðindi

Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 fer ungarnski trúboðarin Sebastian Edelmann at greiða frá arbeiðinum við Child Evangelism Fellowship (CEF) og barnalegum í Bereg í Ukraina, sum føroyingar hava stuðlað í mong ár.

 

Í hesum døgum eru hjúnini Georgina og Sebastian Edelmann á vitjan í Føroyum, her tey vitja samkomur kring landið. Tey komu til landið hóskvøldið 29. august og fara avstaðaftur mánadagin 16. september.

 

Sebastian vaks upp í kommunistiska Ungarn. Í 1982 flýddi familjan vestur um og búsettust í Týsklandi. Í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn. Fyrstu ferð, hann vitjaði í Føroyum, var í 2004, og hava hann og konan hesi 20 árini síðan tá vitjað nakrar ferðir her á klettunum.

 

Sebastian og Georgina hava arbeitt í fleiri áratíggju innan trúboðanarfelagsskapin Child Evangelism Fellowship (CEF), ið serliga arbeiðir ímillum børn. Í 2007 bleiv Sebastian leiðari yvir arbeiðinum hjá CEF í Miðeuropa.

 

Sunnukvøldið vitja tey í Betesda, har hann fer at hava ein boðskap frá orði Guds, umframt at  greiða frá leguarbeiðinum í Bereg í Ukraina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tvey remis móti Rumenia
5 átøk skulu menna eina góða ungdómsment…
Metstórur stuðul frá Team Rynkeby
Heartist í Kuummiut - stórur partur av b…
KÍ vann botngysaran
Hástóru borgar­stjórarnir
Gunnar Hjelm næst elstur av 81 luttakaru…
At tala hevur sína tíð
Ongi ung - ongin framtíð
Stjørnan á heimavølli sunnudagin
 Fólka­atkvøðan 78 ár
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
U16 genturnar í steypafinaluni
Knógvaðu Palestina
Vit kunnu ikki liva við, at ung detta ni…
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 4. Partur
Melda til heilsufótbólt 2024
Ziska 1b hevur evnisarbeiði
U16 Genturnar spæla semifinalu í kvøld