Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesir fýra telvaðu móti sterka rumenska landsliðnum í dag. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. Standandi sæst John Rødgaard. | Mynd: Trine Treppedahl

Tvey remis móti Rumenia

SKRIVAÐ: Talvsamband Føroya  |  14.09.2024 - 22:25 Ítrottur Tíðindi

Rumenska landsliðið er krútsterkt, so tveir javnleikir - báðir við hvíta fólkinum - er góðkent avrik. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft telvaðu javnt, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol taptu.

 

Helgi hevði sterkasta rumenska telvaran ímóti sær. Bogdan Deac var undurbarn í talvi og stórmeistari longu 14 ára gamal. Nú er hann 22 ár og í topp 40 í heiminum. Í vár vann hann sterku Reykjavík Open í stórum stíli. Helgi tóktist vera á heimavølli í talvinum í dag, og javnvágin skakaðist ongantíð. Flott.


Á øðrum borði hava teir ukrainskan stórmeistara, sum fyrr hevur telvað á ukrainska landsliðnum, men fyri tveimum árum síðani skifti hann tjóðskap og gav seg undir rumenska landsliðið. Høgni varð tikin á bóli tíðliga í talvinum, og syftur um koll í eini knappari vending.


Á triðja borði er royndasti telvarin á rumenska landsliðnum. Lupulescu hevur fimm ferðir verið rumenskur meistari, men hann stríddist til fánýtis móti Rógva, sum hesaferð var mentur at standa ímóti í ógvuliga drúgvum talvi.


Á fjórða borði er Dieter Nisipeanu. Hann umboðaði Týskland frá 2014 til 2023, tá vendi hann aftur til heimlandið. Árini frammanundan var hann fastur fúsur á týska OL-liðnum, og í 2017 vann hann týska meistaraheitið fyri einstaklingar.

 


Føroyar (66)  -  Rumenia (18)  1 - 3

  • GM Helgi Dam Ziska (2553)   -  GM Daniel-Bogdan Deac (2680)  ½ - ½
  • Høgni Egilstoft Nielsen (2379)  -  GM Kirill Shevchenko (2673)  0 - 1
  • Rógvi Egilstoft (2278)  -  GM Constantin Lupulescu (2590)  ½ - ½
  • Luitjen Akselsson Apol  -  GM Liviu-Dieter Nisipeanu (2580)  0 - 1

 

John Rødgaard skrivar soleiðis úr Budapest í kvøld:


Dagurin í dag var læruríkur.


Kanska ikki endiliga talvið á 1 borði. Har sóu vit tveir sterkar stórmeistarar í einum jøvnum talvi. Hvørgin tóktist nakrantíð vera við yvirlutan.


Talvið hjá Høgni líktist einari av uppgávunum, sum vit høvdu fyri undir venjingunum til OL. Tá samdust vit um, at finna d5 (12 leikur) er sera vandamikið, og sleppur frúgvin yvir á h5, hevur hvítur mestsum vunna støðu. Hetta visti Høgni, og leitaði tí eftir frávikum, men fann einki munagott. Talvið fylgdi í stórum tí, sum teldan hevur sum bestu leikir. Ein bjarging er í trettanda leiki, sum eg eri vísur í, at Høgni flytur eina aðru ferð.


Mótstøðumaður Rógva spældi hin sera instruktiva leikin 13.-, exf6. At síggja til er ikki beint at lata hvítan fáa eina frífinnu í miðjuni, men leikurin gevur svarta fólkinum meiri rørslu og rúmd, og til endans vann hann finnuna. Kortini vóru remis-møguleikar hjá Rógva. Í 42 leiki mátti hann taka eina torføra avgerð. Skuldi hann sleppa sær undan rókauppbýti? Kanska var tað remis, man so kundi eisini vera tap í hendi. Rógvi tók kjansin og býtti upp. Men stórmeistarar kunnu eisini fara skeivir, sama um lítið er eftir av fólki á borðinum. Tað endaði við, at Rógvi hevði frúgv móti frúgv og riddara og fekk ævigt skák.


Luitjen endaði umvegis aðra raðfylgju í einari støðu, sum minnir um eitt frábrigdi í katalanskum (tó við finnu á g2 heldur enn g3). Mótstøðumaðurin spældi soleiðis, sum mælt verður til í hesum støðum. Hvítur fær tá vandamikið álop, men óvist er, um komandi er ígjøgnum verjugarðin. Svartur fær tó ofta varandi veikleikar í støðuni, sum hvítur kann gagnnýta í endatalvinum. Møguleikarnir hjá svørtum (í hesum føri Luitjeni) valdast um hann nær at fáa nøktandi mótspæl í hinum borðinum, og tað er ikki altíð so lætt. Hesar støðurnar eru torførar at telva við svarta fólkinum, tí minsti óneyvleikin kostar, og tað hendi so eisini í dag. 


Irak í morgin

Í fimta umfari í morgin telva Føroyar móti Irak. Teir eru styrkismettir eitt sindur lægri enn Føroyar. Miðalstyrkitalið er 2162.  Teir hava vunnið 4-0 á Chad og Oman, men taptu 3½ - ½ fyri Bosnia-Hercegovina.
Føroyar og Irak hava havt tveir dystir sínamillum í OL. Vit hava vunnið báðar ferðir. 2½ - 1½ í 1972, og so hin minniliga 4-0 sigurin í síðsta umfari í Moskva í 1994, sum gav okkum besta endaúrslitið nakrantíð, tó at heildaravrikið ikki var øðrvísi enn í fleiri øðrum talvolympiadum. John Rødgaard, John Arni Nilssen, Bogi Ziska og Jens Chr. Hansen tryggjaðu okkum flotta sigurin fyri tretivu árum síðani.

Støðan eftir fjórða umfar er tann, at Føroyar hava vunnið tveir dystir og tapt tveir. Vit eru nummar 75 í røðini av teimum 187 liðunum í kappingini.

Enn eru átta lið, sum hava vunnið allar fýra dystirnar, og tí liggja jøvn í oddanum. USA, sum er styrkismett nummar eitt, telist tó ikki millum hesi átta liðini, tí amerikanarar taptu í dag fyri Ukraina.

Norra stendur seg væl. Magnus Carlsen vinnur á 1 borði, og hinir á liðnum eru eisini drúgvir. Norra er í løtuni nummar 9, eitt stig aftanfyri oddaliðini. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Nils Jákup Absalonsen
Birkblog Ummæli: Klintrimús
Altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða
Vel eina sterka rødd í býráðið
Myndarøð: Føroyar Portugal U21 - 1-3
Føroyar vóru fáar minuttir frá stóru sen…
Er Breddin ein valsending?
Hvussu hevur tú tað?
Veðrið um vikuskiftið
Undurfulla Norðlýsið
Vit vóna at heimavøllu­rin kann hjálpa ok…
Roykstovan, Heystglóð, Evropa flogbóltur…
Útróðrartíðindi
Vit leita enn eftir valevnum
Tveir nýggir IRONMAN
Múlaepl­ini hjá 5.a.
Komandi heimsstjørnur hjá Portugal í Kla…
Myndarøð: Føroyar - Armenia
Flygilfagnaður í Varpinum
Býráðsfundu­rin útsettur til 14 oktober