Lýsing
Lýsing
Kvørnin, sum melur stór plaststykkir til smá plastpetti, áðrenn tey fara víðari eftir transportbandi til granulatorin, er so at siga hjartað í plastverkætlanini hjá Mekanor um at endurnýta plast

Mekanor minkar nógv um plastburturkast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.09.2024 - 11:52 Tíðindi Vinna

Sp/f Mekanor, sum húsast á Faktorsvegi 6 ella tí, sum best er kent sum gamla Roykivirkið í Klaksvík, fór í 2023 undir at innsavna gamalt plast, fyrst og fremst frá brúktum aliringum, fyri síðani at kvarna tað til granulat, ið so kann stoypast umaftur til nýggjar plastlutir. Á hendan hátt verður sama plastið brúkt fleiri ferðir

 

 

Stjórin, Kjartan E. Hansen, sigur, at hendan endurnýtslan er ein munandi betri loysn, ikki minst fyri umhvørvið, enn eitt nú at brenna plastið, ið viðførir eyka CO2-útlát, ella at tyrva tað, har tað er fleiri øldir um at verða niðurbrotið í náttúruni. Og vinnan hevur eisini tikið væl ímóti verkætlanini; serliga alifyritøkan Bakkafrost letur gamla plastið til Mekanor, meðan LookNorth í hinum endanum keypir ein part at stoypa til eitt nú lendisverju og gonguristir. Tey, ið eru staðkend í Klaksvík, vita øll, at tað valla fær verið meira stuttflutt – fyritøkurnar eru nærmast grannar á vestaru síðu.

 

Stjórin í Mekanor, Kjartan E. Hansen, við maskinuna, sum sker stóru plastrørini smærri, áðrenn tey fara niðan í kvørnina eftir einum transportbandiHetta er ikki fyrsta ferðin, at Mekanor er innovativt, tá tá tað kemur til at menna loysnir til vinnulívið. Í 2018 var prototypan til eina vaskimaskinu til aliringar klár, og í 2021 segði Karstin Højgaard frá Agnavík, at nú lidna vaskimaskinan var í drift, kundi hon klára vaska ein aliring upp á ein hálvan tíma. Til samanberingar kann nevnast, at tá tað varð gjørt við hondhildnum trykkspularum, tók tað 3 monnum 8 tímar at vaska ein aliring, og at teir máttu halda steðg hvønn tjúgunda minutt fyri at fáa meira orku. Men aftur til plastið:

Mekanor fær sum er plast úr øllum landinum at endurnýta, og tað verður vanliga flutt í bingjum til gamla Roykivirkið í Klaksvík. Talan er serliga um rør, umframt at tað eisini fevnir um gonguristir og besløg. Besløgini verða sáldað frá, meðan rørini verða kubbað smærri og vaskað. Ristirnar verða eisini vaskaðar, og í báðum førum verður tilfarið kannað fyri metallrestir so sum skrúvur. Verður metall funnið, verður tað skorið av manuelt.

Síðani fara rørini í eina maskinu, har tey verða kvett sundur bæði upp á longs og upp á tvørs og harvið skorin í smærri stykkir. Stykkini fara so eftir einum flutningsbandi niðan í eina kvørn, sum melur tey til smá plastfragment. Gonguristir fara beinleiðis í hesa kvørnina, men fyri seg; m.a. vegna krøv um konsistent plastinnihald og um sporføri verða ristir og rør ikki kvarnað saman. Hesi smærru plastfragmentini fara so víðari eftir flutningsbandi í ein granulator, sum melur tey enn smærri til flísar, t.e. granulat. Áðrenn granulatorin situr eitt magnet og fangar møgulig smá metallpetti, um nøkur rest av tílíkum er eftir.

Tað granuleraða plastið fer so gjøgnum eina útsúgving upp í eina trakt, og haðani verður plastið fylt í 1.000-liturs tangar. Upplýst verður við klistrimerki á tanganum, hvat slag av plasti, talan er um, hvørjum tilfari tað er komið frá, dagfesting, bruttovekt og nettovekt. Tað mesta er svart plast av slagnum PE100; eru onnur sløg, fara tey í tangar fyri seg. Hetta ger seg galdandi fyri eitt nú PE80-plast ella litað plast, eins og ristir og rør fara hvør sær, so alt í sama tanga er sama slag av plasti.

Endurnýtta plastið verður millum annað brúkt til lendisverju. Her síggjast ristir úr plasti til lendisverju, sum fyritøkan LookNorth hevur keypt frá Mekanor, og sostatt er fullur cyklus: Ein slitin rist frá einum aliringi kann gerast ein fullgóð nýggj rist í eini lendisverjuSíðani verður plastið avskipað víðari. Ein partur fer av landinum og til Danmarkar í bingjum, meðan grannin LookNorth avtekur ein part at endurnýta við at stoypa umaftur til til dømis lendisverju. Lendisverja kann eitt nú vera til gøtur úti í náttúruni, sum er nóg sterk til, at bilar kunnu koyra oman á henni uttan at skala vøksturin undir. Gjørligt er eisini at stoypa plastið umaftur til gonguristir at nýta kring aliringar, og tá kann ein siga, at plastið er komið ein fullan cyklus – skaddar og niðurslitnar gonguristir frá aliringum kunnu umvegis Mekanor aftur gerast til fullgóðar gonguristir kring aliringar. Harvið er ikki neyðugt at framleiða og keypa nýtt plast til endamálið.

Talan er sostatt um eina verkætlan, sum fyrst og fremst gagnar náttúruni og umhvørvinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Upptakt: KÍ-HB
Tvey remis móti Rumenia
5 átøk skulu menna eina góða ungdómsment…
Metstórur stuðul frá Team Rynkeby
Heartist í Kuummiut - stórur partur av b…
KÍ vann botngysaran
Hástóru borgar­stjórarnir
Gunnar Hjelm næst elstur av 81 luttakaru…
At tala hevur sína tíð
Ongi ung - ongin framtíð
Stjørnan á heimavølli sunnudagin
 Fólka­atkvøðan 78 ár
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
U16 genturnar í steypafinaluni
Knógvaðu Palestina
Vit kunnu ikki liva við, at ung detta ni…
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 4. Partur
Melda til heilsufótbólt 2024