Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varpið karmur um áhugavert bústaðartiltak

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  06.09.2024 - 09:13 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Býarsalurin, sum er ætlaður til at vera eitt livandi rúm í býnum, har fólk kunnu savnast til nógv ymisk tiltøk, var í gjárkvøldið karmur um bústaðartiltak, sum Norðoya Tjóðveldisfelag stóð fyri.

Framløgurnar vóru fjølbroyttar og áhugaverdar, og serliga var áhugavert, at so nógv ymisk fólk høvdu orðið og settu orð á avbjóðingar og loysnir við trongu støðuni á bústaðarmarknaðinum.

Har vóru umboð fyri myndugleikar, fíggingarstovnar og byggiharrar, umframt fólk, sum beinleiðis eru rakt av bústaðartrotinum, politikarar og onnur áhugað, sum øll høvdu gjørt sær greiðar tankar um støðuna.

Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, legði fyri við at greina bústaðarstøðuna í Føroyum, har tað vísir seg, at tað resta minst 1.000 búeindir í mun til fólkatalið, um marknaðurin skal vera á sama støði sum fyri 10 árum síðan og enn meira, um samanborið verður við okkara grannalond.

Jógvan Ósá, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu – tilstundandi stjóri á Bústaðir, greiddi frá arbeiðinum, sum seinastu árini er gjørt í kommununi fyri at betra um møguleikarnar fyri bygging. Millum annað vísti hann á týdningin av at byggja tætt í einum øki sum í Klaksvík, har byggilendið er avmarkað.

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sum hevur bústaðarmál um hendi í løgtinginum, lýsti átøkini, sum landspolitiska skipanin hevur arbeitt við og fer at arbeiða við komandi tíðina.

Ein partur er tænastugjøld á hús, meðan ein meira grundleggjandi partur er at dagføra bústaðarpolitikkin hjá landinum, soleiðis at møguleikarnir hjá ungum at seta búgv í Føroyum batna.

Anfinn í Toft, valevni til býráðsvalið fyri Tjóðveldisflokkin, hevði seinastu framløguna á kvøldinum, har hann serliga legði dent á týdningin av at skapa karmar fyri, at meira verður bygt komandi árini, enn tað hevur verið seinastu árini.

Eftir framløgurnar umrøddi fundarfólkið fyrimunir og vansar við átøkum, sum kunnu broyta upp á støðuna á bústaðarmarknaðinum.

Eitt áhugavert og upplýsandi tiltak, sum hevði heitið; Tak yvir høvdið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -