Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslitið hjá Betri Banka

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.09.2024 - 16:46 Tíðindi Vinna

Hálvársroknskapurin fyri 2024 vísir eitt úrslit á 169,1 mió. krónur eftir skatt. Góða úrslitið kemst serliga av øktum rentuinntøkum. Útlánini eru økt við 379 mió. krónum, og innlánini eru økt við 451 mió. krónum seinasta árið. Betri Banki hevur nú ein solvens á 34,7%.

 

Betri Banki hevur eitt gott gjaldføri og er ein tryggur banki, bæði hjá teimum kundum sum spara saman, og hjá teimum sum vilja læna pening.

Fyrr í ár varð avgerð tikin um at lækka fleiri kostnaðir og gera aðrar tænastur ókeypis. Í juni varð harumframt framd ein rentulækking á útlánum, meðan innlánsrentunar eru verandi óbroyttar. Útlit eru til, at rentan lækkar aftur seinni í ár, og tí væntar leiðslan eitt lakari úrslit fyri seinna hálvár 2024.

 

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:

  • Úrslit eftir skatt: 169,1 mió. krónur
  • Útlán: 8.1 mia. krónur
  • Innlán: 9.6 mia. krónur
  • Solvensur: 34,7%

 

Tú kanst lesa allan hálvársroknskapin her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -