MENTANARDAGAR í Fuglafirði
Hesir serligu dagarnir, har Fuglafjørður vísir seg frá síni bestu síðu við hópin av serstøkum, undarligum og spennandi tiltøkum 1. – 8. september, eru nú í hæddini um vikuskiftið
Tað er altíð nógv fólk at síggj til ymsu tiltøkini á Mentanardøgunum. Soleiðis var eisini í góðveðrinum í gjárkvøldið, har tað var nógn fólk í Ribarhúsi, í teltinum niðanfyri, á regnskjólsgøtuni, sum var fullsett, í lundini, við og í Mentanarhúsinum.
Hugaligir dagar, sum í morgin m.a. bjóða til: "Úr leikum og løgum hjá Frits – Fjøllini, fjørðurin og innasta hugfarið. Bárður og Maria á Lakjuni framføra saman við tónleikarum og Fuglafjarðar Gentukóri" - hetta í Mentanarhúsinum kl. 19.
Brot úr tætt pakkaðu skránni:
Leygardagur 7. september
09.00 Pitsa 530: Kassabilar kunnu melda til og verða sýndir
10.00 Við Mentanarhúsið: Fuglafjarðar Ellisakfør skipa fyri FM í Kassabilakappkoyring
10.30 Pitsa 530: Innskriving til Snarathlon, kunningarfundur og upphiting
11.00 Hjallurin: Fá tær ein hugnaligan duss og kramarís í útikaféini í Miðstaðarlundini
11.00 – 13.30 Siloa: Opið hús fyri stór og smá. Andlitsmáling, spælikrókur, hugni og drekka
11.00 – 18.00 Fimleikarhøllin: Søluframsýning í skúlanum har fleiri listafólk sýna fram
11.00 – 21.00 Muntra: Royn t.d. ræstkjøtasuppu, føroyska ’bóndasuppu’ ella reinsdjór
11.00 – 15.00 Mentanartorgið: matmarknaður
11.00 – 18.00 Skúlin: Spennandi sølumarknaður: Klæðir, list, myndir, matsøla og mangt annað
11.00 – 18.00 Beautee.fo: Kirkjuvegur 37, Make-up artist og sminka Veitslulutir.fo hevur støkkuppsølu og ballónir
11.00 – 22.00 Piddasahandil: er opin við fjølbroyttum heimavirkaðum
12.00 Á sandinum við Kyrjastein: Snarathlon byrjar við svimjing á sjónum
13.00 – 20.00 Mentanarhúsið: Matmið - støkk-upp matstova við Leivi B. Ejdesgaard
14.00 – 16.00 Ribarhús: Opið er í kaffistovuni við góðum køkum.
Kl. 15 er opin mikrofon
14.00 – 17.00 Skúlakøkurin: Verkstova. Mejarískeið við Tjóðhild Patursson. 150kr Lær at gera títt egna smør, súrróma og súrgaða mjólk. Tað tú ger smakkar betur.
14.00 Bátahylurin: Túrar á hestbaki. 20kr 14.00 Mentanarhúsið: Norðrastova: Listafram- sýningin “Í øðrum heimi" við Tummas Jákupi Thomsen. Vindlar og vinir – whiskey og cigarir
14.00 – 16.00 Bøvegur 16: Forvitnislig framsýning við kongabíblium
14.00 – 16.00 Kappróðrarneystið: Royn teg sum rógvara saman við ÍF-Kappróðri
14.00 – 18.00 Bilasavnið: Framsýning av ellisakførum. Kaffi og vafflusøla
14.00 – 18.00 Bátasavnið er opið
15.00 Skúlabókasavnið: Áshild A. Kristiansen lesur egnar yrkingar
15.00 Ítróttarhøllin í skúlanum: Afrotrotters. Afrofitness til vaksin (10+ ár)
16.00 Regnskjólagøtan: Villini Vest Vaknar – Spennandi og stuttligt barnatiltak
16.00 Kirkjan: Urgukonsert við unga talentinum Ara Hammer Joensen
17.00 Mentanarhúsið: Norðrastova: Venclar og vindlar. Yrkingar og bókmentir við tíðarritinum Vencil. (áleið 40 min)
17.00 – 22.00 Ribarhús: Vín- og brellstova. Vínkúllarnir og Sonni Zachariassen bjóða forkunnugt vín, ein lættan platt við dygdargóðum føroyskum rávørum og søtt omaná.
17.00 Ribarhús: Maria og Benjamin spæla 18.00 Ítróttarhøllin í skúlanum: Afrotrotters. Kizomba pardansur kvinnur og menn (15+ár)
20.00 – 22-00 UNG530: Kappingar við vinningum úr kioskini
20.00 Ribarhús: Hans Hjalti Skaale og Hóraldur Joensen spæla
20.00 Mentanarhúsið: Stórt ókeypis konsertkvøld í Mentanarhúsinum.
20.30 Uttanfyri Mentanarhúsið: Die Færöicsche Polkaband hita upp og spæla ímillum innandura konsertirnar.
21.00 Fantastiska Elinborg framførir
23.00 Altíð nemandi Marius Ziska, rúnarbindur
01.00 HOGNI rokkar rúmið
20.00 – 02.00 Kappróðrarneystið: Vínkafe við manningini
22.00 John’s: Pub Quiz
22.00 Tjaldið: Fjørðuflyrr í nýggum hami við Bilasavnið
22.00 – 24.00 UNG530: Diskotek! Eyðfinn Bogason Lamhauge diskar við feitum tónleiki
24.00 John’s: Magni Husgaard og Hugo Leo spæla
Sunnudagur 8. september - brot úr skránni
11.00 Fuglafjarðar Kirkja: Gudstænasta við Gerhard Jónsson Mikkelsen
11.00 Siloa: Møti, og kl. 11.45: Morgunmøti og sunnudagsskúli
19.00 Mentanarhúsið: Úr leikum og løgum hjá Frits – Fjøllini, fjørðurin og innasta hugfarið. Bárður og Maria á Lakjuni framføra saman við tónleikarum og Fuglafjarðar Gentukóri.
Kunna teg betri um skránna her