Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðvísari samstarv skal menna Klaksvík

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  10.09.2024 - 09:55 Politikkur Tíðindaskriv

Sum næst størsta kommuna og býur í landinum hevur Klaksvík serligar skyldur, men eisini serligar møguleikar at vera virkin og mynda samstørv, bæði inneftir í kommununi, úteftir við aðrar kommunur, í landshøpi og út um landoddarnar.

 

 

Tað var eitt úrslit av góðum samstarvi við útlendskar grunnar og Sjúrð Skaale fólkatingslim, at partur av fíggingini til okkara nýggja mentanarhús, Varpið, varð útvegaður.

Somuleiðis var okkara sera góða samstarv við FSF ein avgerandi fortreyt fyri, at fígging varð fingin til stadion við Djúpumýru.

Skálagarður var úrslit av góðum samstarvi við lokalu vinnuna, Almannaverkið og landsstýrið, og hetta sama samstarv hevur ríkað kommunu okkara við fleiri landsstovnum og -tænastum so sum Gloym meg ei, Heimið við Mylnutún, við Garðavegin, við Jústabrekku osfr. osfr.

Minniliga tiltakið Royal Run við Hansara Hátign Fríðriki Kongi, sum tá var krúnprinsur, var eisini úrslit av framúr samstarvi við danska kongshúsið og lokalar eldsálir í Treysti.

Norðhavnin gjørdist veruleiki við lógvataki saman við lokalu vinnuni og landsstýrinum.

Soleidis kundi eg hildið á at nevnt dømi um týdningin og vinningin av góðum samstørvum, sum Klaksvíkar kommuna hevur fingið gagn av.

Sum Frímund Hansen førdi fram í grein nú ein dagin, so hevur Klaksvíkar kommuna sum næst størsta kommuna í landinum eisini eina skyldu til at mynda og vera virkin í kommunalum samstørvum, tí einans við at vera virkin har, avgerðirnar verða tiknar, fáa vit ávirkan – til frama fyri bæði kommunu og land.

Eisini uttan fyri landoddarnar liggja møguleikar fyri mennandi samstørvum, eitt nú innan vinabýasamstørvini hjá kommununi.

Tíðin er nú búgvin at leggja orku í at endurnýggja verandi samstørv og kveikja nýggj samstørv til tess at røkka nýggjum málum fyri Klaksvíkar kommunu.

Latið okkum saman taka lógvatak um at flyta Klaksvíkar kommunu og enn longur fram á leið.

Eg eri fúsur at taka við ábyrgd saman við øðrum, um eg fái veljarans álit til tað.

 

Klaksvík, 10. september 2024

Jógvan Skorheim

Lýsing
Seinastu tíðindini
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -