Lýsing
Lýsing

Fíggjarstøðan

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  10.09.2024 - 19:29 Politikkur Tíðindaskriv

Áðrenn eg fari at lova alt ov nógv so hvørt sum valstríðið harðnar, so vil eg við hesum vísa á hvar ið eg standi fíggjarpolitiskt. Alt sum vit lova má vera haldført í eini sunnari fíggjarstøðu.

 

 

Vit frøðast øll um tær útbyggingar sum kommunan hevur gjørt seinni árini. Tað sæst tíðuliga at býurin mennist og tekur skap sum miðdepilin í Norðoyggjum og økinum eystan Gøtueið.

Í verðandi kommunubygnaði er tað dýrt at verða leiðandi staðurin. Tað eru fleiri íløgur (og útreiðslur) har ið hinar smærru kommunurnar spæla ávíst fríspæl, men tað eru treytirnar sum støðan er.

Vit hava uml. 250mió. í inntøkum at gera gott við. Og stóri parturin er bundin í lógarbundin vælferðarøki, sum eldrarøkt, skúla og barnaansing. Restin er til rakstur, rentur og til síðst til íløgur í nýggj projektir.

Og har er onki at gera gott við, tí vit skylda longu sum er í meira lagi enn loyvt er. Har er ongin luft, og tað er bara ikki gott nokk í allar bestu tíðum. Er tað nakað sum er ein sannleiki, so er tað at grafirnar á rokniarkinum fáa ein knekk skjótari enn at vit rokanaðu við. Trøðini vaksa ikki helit har upp sum vit ætlaðu.

Vit mugu tora at hyggja uppá bygna og rakstur um tað er neyðugt. Vit mugu fáa luft undir og upp til skuldarloftið sum er álagt kommununum. Niðurgangstíðir koma og tá má kommunan at hava eitt eitt ávíst rásarúm at seta arbeiðsskapndi ætlanir í gongd.

Hvørt skattaprosenti er vert uml. 12,5mió. kr. í inntøku hjá kommununi. Eg eri ikki við uppá at hæðka skattin. Men er tað til eitt ávíst øki, sum til dømis eitt nýtt ellisheim, ella okkurt átroknadi á vælferðarøkinum, eri eg villigur til at hyggja uppá tað um tað er galdandi í eitt avmarkað tíðarskeið. Alt annað mugu vit klára innanfyri verandi inntøkur og karmar.

Tað er har eg eri.

 

Frímund Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag
Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni…
Grind liggur á pollinum
Deni Pavlovic fær óvanliga nógv kort í á…
Umkoyringarvegu­rin norð undir Hamri
Vunnu 4-0 á Irak
Tummas Lervig stillar ikki upp aftur
Koyr bil, tá tú koyrir bil!