Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt valskeið við framgongd  

SKRIVAÐ: Oddmar á Lakjuni  |  15.09.2024 - 19:28 Politikkur Tíðindaskriv

Nú hetta valskeiðið er við at vera av, og eg havi tikið støðu til at stilla uppaftur, vil eg nýta henda møguleikan til at líta aftur á nøkur yvirskipað mál, sum vit hava fingið á skaftið saman. Í tíðarskeiðnum, sum eg havi sitið sum býráðspolitikkari, hava vit sæð stór framstig í okkara kommunu, og hetta eri eg sera fegin um. Men hetta setur stór krøv til framtíðina

 

  

Virðismiklar íløgur 

Klaksvíkar kommuna hevur tey seinastu árini gjørt stórar og kostnaðarmiklar íløgur, sum hava styrkt um trivnað og menning á øllum økjum í kommununi. Hetta er eitt greitt tekin um, at tað er orka og áhugi fyri at menna og betra um umstøðurnar, sum vit liva og virka undir.  

Liðugtgerð av verkætlanum hevur fylt sera nógv í okkara býráðssetu, og tað er eingin ivi um, at kommunan hevur havt sera nógvar stórar verkætlanir í gongd.  

Av teimum stóru íløgunum, sum kommunan hevur framt og er í holt við at fremja í okkara býrráðssetu, kunnu m.a. hesar verkætlanir nevnast: 

 

✅ Rennibreyt  

✅ Handilshølir í Biskupstorg  

✅ Mentanarhúsið Varpið  

✅ Serstakt Kappróðrarneyst  

✅ Ídnarøkið á Hamri 

✅ Útstykking á Fossum 

✅ Húsarhaldsskúli  

✅ Byggibúning av miðbýi - Hotel  

 

Hesar virðismiklu íløgur leggja lunnar undir eina sera spennandi og vónríka framtíð. Hetta ger tað møguligt, at enn fleiri fólk kunnu búseta seg í Klaksvíkar kommunu, at fyritøkur fáa ment seg og borgarin í Klaksvíkar kommunu fær munandi fleiri og betri tilboð innan fyri handilsliga og mentanarliga økið í einum innihaldsríkum miðbýi. Umframt nevndu íløgur eru fleiri aðrar íløgur eisini  framdar og í gongd, sum eru við til at prýða og framtíðartryggja okkara kommunu.    

 

Undir álíkningina og fyrsta yvirskot síðani 2016 

Tað er eingin loyna, at fíggjarstøðan í Klaksvíkar kommunu hevur fylgt nógv hesa býráðssetuna. Við lántøku í 2021 bleiv longu greitt, at skuldin hjá kommununi fór uppum álíkningina og kundi fíggjármálaráðið játta við tí treyt, at skuldin kom niðurum aftur álíkningina við ultimo 2024.  

Lógarbroyting, hækkandi inntøkur og sparingar gjørdu, at Klaksvíkar kommuna aftur kom undir skuldarmarkið longu ultimo 2023. Eftir at kommunan hevur havt hall í fleiri ár, var tað gleðiligt at Klaksvíkar kommuna kundi, hóast avlopið ikki var stórt, 1,5 mió. kr., verða røttu megin strikuna við árslok 2023. 

 

Spennandi avbjóðingar fyri framman 

Hóast stórar íløgur eru framdar tey síðstu árini, vísti borgarakanningin greitt, at borgarin í Klaksvíkar kommunu ynskir enn fleiri íløgur framdar í kommununi. 

Um vit frameftir skulu hava yvirskot til at fremja íløgur í kommununi, er tað av alstórum týdningi, at raksturin ikki hækkar meiri enn inntøkurnar, soleiðis at tað er rúm fyri at fremja íløgur og at endurrinda skuld.  

Tey, sum eg havi arbeitt saman við í kommununi hesi síðstu árini, vita, at hetta er nakað, ið eg vekti sera høgt og eisini ynski at arbeiða víðari við. Harumframt skal tað eisini verða møguligt hjá kommununi at gera átøk fyri at lætta um hjá borgarunum í kommununi, við t.d. at hækka barnafrádráttin, eins og vit gjørdu til síðstu fíggjarætlan. 

Eg eri til reiðar at lyfta hesa uppgávu, og saman kunnu vit skapa eina enn betri kommunu fyri framtíðina.  

 

Oddmar á Lakjuni,

Býráðslimur

Klaksvík, 15. september 2024 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Nils Jákup Absalonsen
Birkblog Ummæli: Klintrimús
Altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða
Vel eina sterka rødd í býráðið
Myndarøð: Føroyar Portugal U21 - 1-3
Føroyar vóru fáar minuttir frá stóru sen…
Er Breddin ein valsending?
Hvussu hevur tú tað?
Veðrið um vikuskiftið
Undurfulla Norðlýsið
Vit vóna at heimavøllu­rin kann hjálpa ok…
Roykstovan, Heystglóð, Evropa flogbóltur…
Útróðrartíðindi
Vit leita enn eftir valevnum
Tveir nýggir IRONMAN
Múlaepl­ini hjá 5.a.
Komandi heimsstjørnur hjá Portugal í Kla…
Myndarøð: Føroyar - Armenia
Flygilfagnaður í Varpinum
Býráðsfundu­rin útsettur til 14 oktober