Umkoyringarvegurin norð undir Hamri
Eitt nátúrligt framhald av nýggju tunnlunum Norð um Fjall, er ætlaði umkoyringarvegurin norð undir Hamri, úr Gerðabø omanfyri bygt øki og norð í Grønaból. Hetta er ein góð ætlan sum kemur at hjálpa heilt væl uppá ferðslu og parkering í býðnum í síni heild, umframt aðrir ágóðar so sum trygd fyri skiðulopum undan Kjøli og nógv betur atkomu til býlingin á Helnabrekku. Og so kostar hetta Kommunukassanum ikki eitt oyra.
Soleiðis skrivar Landsverk í samferðsluætlanini. “Vegurin er umleið 2.800 m, og knýtt verður í eina rundkoyring, sum gerast skal á vegamótinum Oyrarvegur/Mækjuvegur. Rundkoyring er eisini miðskeiðis á teininum, tí bygt er báðumegin, hóast ferðslan ikki fer inn í bygt øki. Vegurin endar við Norðhavnina. Við hesum vegnum fæst samanhangandi landsvegur uttan um bygt øki um Klaksvíkina, umframt at ferðsla til og úr Norðhavnini ikki neyðturviliga skal koyra ígjøgnum býin. Hægstliggjandi punkt á vegnum er 68 m yvir havinum, og hallið er í mesta lagi 70 ‰.”
Tað er eingin ivi um at hendan verkætlanin er harðliga tiltrongd. At koyra norð ella heim eftir vegunum á eystursíðuni er avbjóðandi. Hetta má eisini verða sera órógvandi hjá fólki sum býr fram við hesum vegum. Og so á Kósini við Skálagarð har alt sýgur saman um í ein tronga, er bara ikki haldbært sum støðan er.
Okkara ídnaðarliga menning er og verður í Norðhavnini og í økinum norðanfyri. Eisini norðan Fjall. Og tí er altavgerðandi at atkoman verður góð og framtíðartryggja.
Vegurin hevur nógv fleiri fyrimunir við sær enn t.d. ein tunnil, sum fleiri hava hildið verið betra loysnin. Fyri tað fyrsta er tunnilsloysnin so nógvar ferðir dýrari, og so er hon sera avmarka í øðrum fyrimunum. Tunnil í hasum økinum kemur ikki í bræði, og tí kann ferðsluruðuleikin ikki bíða eftir.
Ætlanin er er raðfest í samferðsluætlan landsins at verða framd í 2026-27, og hesum eiga vit at halda fast í. Hetta er eitt projekt uppá 60-70mió. her í økinum sum kemur at betra betýðuligt uppá alt møguligt.
Hetta liggur beint til høgrabeinið, og hetta eiga vit at skorað! Læt nú Landsverk koyra á og vit skulu stuðlað tí. Vísir tað seg at tunnil er neyðugur einaferð seinni, so kemur hann til tað tíð.
Tað er har eg eri!
Frímund Hansen