Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til Stjørnuna á EB

SKRIVAÐ: Myndir: Oliver Joensen  |  13.10.2024 - 17:55 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað gjørdist ein rættiliga undirhaldandi dystur, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni í dag tóku í móti EB. Tað gekk ógvuliga javnt á allan fyrra hálvleik, liðini skiftust um at skora, tó var tað EB sum hevði munin. Tá leiktir vóru 17 min. var støðan 6-9 til EB, men so svaraði Stjørnan aftur, og tá farið varð til hálvleiks, stóð á jøvnum 13-13.

Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, gekk eisini javnt á, men sum hálvleikurin leið, hevði Stjørnan hug at draga frá, serliga var tað verjan hjá Stjørnuni sum stóð væl, soleiðis at EB hevði trupul við spæla seg gjøgnum til upplagdar málmøguleikar, samstundis sum at málverjin hjá Stjørnuni hevði fleiri góðar bjargingar. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 32-25 sigur til Stjørnuna.

Stuttligt at síggja, at flestu av leikarunum hjá Stjørnuni komu á málskjúttaralistan.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 9, Durita K. Ljósstein 5, Mina S. Hendriksen 5, Miriam Bethuelsdóttir 5, Jancy J. Poulsen 4, Bergit Svaradal 2, Ella L. Samson 1 og Joan Sørensen 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…