Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bústaðarmøguleikar á smáplássum – eitt týðandi mál fyri kommununa

SKRIVAÐ: Magni Garðalíð  |  18.10.2024 - 11:00 Politikkur Tíðindaskriv

Kommunan hevur eina serstakta og týdningarmikla ábyrgd fyri at skapa góðar bústaðarmøguleikar fyri allar borgarar, bæði í Klaksvík og smærru bygdunum. At ungar familjur hava møguleikan at seta búgv í teirra heimbygd, er avgerandi fyri trivnaðin og framtíðina á smáplássunum

 

 

Bústaðarneyð á smáplássunum

Tað er eitt av mínum hjartamálum at tryggja, at ung, og øll sum heild, hava møguleikan at seta búgv har tey ynskja og har tey trívast best. Tað er alneyðugt, at kommunan tekur ábyrgd og skapar bústaðarmøguleikar, eisini á smáplássum, sum ofta verða gloymd í tí stóra samanhanginum.

 

Framtíðin hjá ungum familjum á Húsum

Á Húsum síggja vit dømi um ungar familjur, sum hava ætlanir um at seta búgv. Hetta hevur stóran týdning fyri menningina av bygdini. Her er tað upp til kommununa at vísa framskygni og virka fyri at hesi fáa møgueikan at seta føtur undir egið borð og tað skjótt. Verður tað ikki gjørt, er stórur vandi fyri, at hesi velja aðrar møguleikar og bygdin missir týdningarmiklar borgarar.

 

Samskipað arbeiðsgongd í kommununi

Ein samanhangandi og samskipað arbeiðsgongd er eisini av stórum týdningi. Við øðrum orðum, høgra hond má vita, hvat vinstra ger. Borgarin skal altíð kunna vænta sær eitt einsháttað og greitt svar frá kommununi, óansæð hvør verður spurdur.

 

Bústaðarmøguleikar eru ein íløga í lokalsamfelagið

At tryggja bústaðarmøguleikar á smáplássum er ikki bert ein fíggjarlig íløga, men ein íløga í menningina og samanhaldið í lokalsamfelagnum. Kommunan eigur at vera skjótari og virknari í sínum arbeiði, soleiðis at vit øll fáa møguleikan at búseta okkum har, vit ynskja, og har vit kenna okkum heima.

 

X við Magni Garðalíð á Lista D

Sjálvstýrisflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bústaðarmøguleikar á smáplássum – eitt t…
Lívsins ferð
Tá eg verði gomul…
VG: David Nielsen lands­liðsvenjari
Atlantic Airways gjørt samstarvsavtalur…
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin!