Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvønn veg, Norðyggjar?

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen  |  17.10.2024 - 18:00 Politikkur Tíðindaskriv

Um eitt lokalsamfelag skal trívast og mennast, er neyðugt við nógvum og fjølbroyttum arbeiðsplássum, sum liggja tætt við har, sum fólk búgva.

 

 

Eitt kvøldið, vit vóru á fundi, spurdi ein sjálvstýrismaður meg, um hvar eg sá kommununa vera um tjúgu ár. Uttan at hugsa ov nógv um tað, so er tað nærliggjandi at rokna við, at alt verður meira ella minni tað sama. Betri vælferð og fleiri ágóðar av tøkniligu menningini. Men tað er sjálvsagt ikki rætt. Grundar ein nærri, gerst tað týðuligt, at er ikki sjálvsagt, at vit koma at njóta vøkstur og betri vælferð.

 

Hvar eru vit í dag?

Seinastu tjúgu árini hava vit havt framgongd í Norðoyggjum. Samfelagið hevur í ein mun moderniserað seg, bæði við tænastum og samferðslukervið. Tann størsta broytingin var, tá ið norðoyatunnilin varð latin upp í 2006. Við tunnlinum gjørdist flytførið og møguleikarnir, sum koma við tunnlum, javnbjóðis við restina av landinum. Vit hava vinnulív, ið gevur arbeiði til nógvar hendur. Men tað er ikki uttan vandar, tí bæði fiskivinna og alivinna kunnu vera sárbærar, bæði fyri náttúruni og ikki minst fyri politiska landslagnum. Í nýggjari tíð hava vit eisini sæð ferðavinnuna taka seg fram, sum ein møguligur nýggjur liður í búskapinum.

 

Ov lítil fólkavøkstur?

Taka vit Klaksvíkina, so búðu tað nakað undir fimmtúsund fólk her í 1985. Hesi fjøruti árini hevur hetta talið verið meira ella minnið tað sama. Tó, seinastu fimm árini, eru vit komin nakað uppum fimmtúsund, takkað veri einum innráki av útlendskari arbeiðsmegi. Til samaberingar, er fólkavøksturin í Suðurstreymoy vaksin við einum triðingi. Munurin á Norðoyggjum og Suðurstreymoy er hesi árini øktur við 8,3 prosentum. Hetta merkir, at Norðoyggjar hava lutfalsliga minni vald nú, enn fyri fjøruti árum síðani, og heldur hendan gongdin fram, so endar tað við, at vit missa mest sum alla politiska ávirkan. Fóru vit í dag aftur til sjey valdømi, so høvdu Norðoyggjar allarhelst fingið ein mann minni, enn áðrenn farið var yvir til eitt valdømi.

 

Eisini er ójavnvágin, altso yvirskotið av mannfólki, vaksin seinastu árini, so vit í dag hava umleið trýhundrað meira mannfólk, enn konufólk, í okkara demografisku samanseting. Í mest sum øllum aldursbólkum er yvirskotið av mannfólki tvísiffrað, heilt upp til tey, sum eru í bólkinum 70-74 ár. Síðan taka kvinnunnar yvir, tí tær hava hægri livialdur. Vit hava sostatt ójavnvág í kynsbýtinum, ein linan fólkavøkstur og missa lutfalsliga í mun til onnur øki í landinum. Ein ófrættakend gongd.

 

 

Politikkurin í gjár, er samfelagið í dag

Politikkur er lógarsmíð. Lógir hava ávirkan og seyra ígjøgnum samfelagið. Í dag síggja vit fruktirnar av teimum avgerðum, sum vit tóu fyri langari tíð síðani. Í dag er í morgin. Avleiðingarnar av dagsins førda politikki verða oftast ikki sjónligar, fyrr enn eftir nakrar mánaðir, og í øðrum førum ikki fyrr enn um nøkur ár. Men eitt er vist - vit sleppa ikki undan at heysta tað, ið vit hava sátt. Tað er tí sjálvsagt, at vit mugu hyggja upp og framm, tá ið vit taka avgerðir.

 

Fólkaræði, sum brennur út

Stóri skaðin hendi hin 25.Oktober 2007, tá ið lóg kom í gildið, ið broytti Føroyar til eitt valdømi. Við einum valdømi byrjaði ein líðandi broyting at henda í fólkaræðisligu javnvágini í Føroyum. Nýggi veruleikin var nú, at politikkarin kundi hyggja útum sítt gamla valdømi fyri at økja um stemmutalið.

 

Fyri tey peningasterku gav hetta fleiri møguleikar, og fyri tey peningaveiku, gjørdist uppgávan torførari. Hetta hevur viðført, at valdið er tøðnað og vit hava nú verri við at markera okkum geografist. Tann skipanin, sum fyrr tryggjaði øllum pørtum í landinum umboðan, er nú burtur, og tann politiski mobiliteturin er horvin. Í dag hava vit miðstaðarflokkar og útjaðarflokkar. Sum frálíður missa útjaðarflokkanir eisini tamarhaldið, tí hópurin av stemmum liggur í miðstaðarøkinum. Valdslutfallið gevur heldur ikki geografiðini nakran ans, og tað sóu vit so týðuliga til seinasta løgtingsval, har norðingar ikki fingu nakran landsstýrissess í sín part. Hetta eina valdømið hevur broytt mindsettið hjá politikkarum í Norðoyggjum, sum ikki longur hugsavna seg um at verja borg og politiskt vald. Vit vóru nógv, sum tóku undir við Steintóri Rasmussen, tá hann tók samanum eftir seinasta løgtingsval.

 

“Sorgblíður veittri eg mínum hugsjónaliga flaggskipi, sum við stórari slagsíðu leggur frá landi, farvæl. Vóni tó, at túrurin verður góður, og at tað gongst skipara og manning væl. Helst skilji eg ikki tað politiska spælið nóg væl. Mín meining er, at Fiskimálaráðið skuldi verið flutt til Klaksvíkar. Um suðuroyingar høvdu viljað hýst Mentamálaráðnum, so høvdu flestu føroyingar helst eisini kunna livað við tí. Fleiri smærri skrivstovur kring landið og minni ferðsla til og úr høvuðsstaðnum hevði ivaleyst sett ferðina í samfelagnum niður. Og skapað ein meira innihaldsríkan og virðismiklan gerandisdag.”

 

Útspæld uppá lægsta felagsnevnara

Vald og vitan er hvør sítt. Tað er lætt at savna nógv vald saman, men tað sama kann ikki sigast um vitan, sum er býtt millum okkum øll. Men hetta vil miðstaðarøkið ikki vita av, men sær Norðoyggjar og útijaðaran sum dubultfunktiónir, ið frægast eru at avtaka og flyta suður.

Tað er millum annað tí, at ein alt ov stórur partur av fíggjarliga vinninginum frá okkara íløgum í vinnulívið endar hjá Tórshavnar Havn, sum hevur avskipingarmonopol. Norðoyggjar sita eftir við dálkingini frá fiski- og alivinnuni og Klaksvík er vorðin ein transitbýur fyri kajpengar hjá Tórshavnar kommunu. Vit kunnu ikki lata bulin av virðinum í Norðoyggjum enda í kassanum hjá Tórshavnar havn og privatum fyritøkum í høvuðsstaðnum. Sagt við ørðum orðum, so verða útreiðslurnar javnaðar út til øll at gjalda, ímeðan inntøkurnar og ágóðarnir í stóran mun verða privatiseraðar til eitt stað í landinum.

 

Samarbeiði

Eg havi ongantíð verið tann stóri talsmaðurin fyri ósjálvbodnum kommunusamanleggingum, mest orsaka av, at røddin í nærumhvørvinum kann hvørva. Hinvegin haldi eg, at meira samarbeiði er altíð vegurin fram. Um vit ikki skulu gerast alt meiri irrelevant, tá tað kemur til geografiskt vald, so er alneyðugt, at kommunurnar í Norðoyggjum standa saman. Kommununar í Norðoyggjum eru saman um ymisk viðurskifti og eiga at virka fyri enn meira samarbeiði. Eitt dømi kundi verið, at kommunurnar velja at standa saman um ferðavinnuna og soleiðis tryggja, at óviðkomandi aktørar ikki selja av okkara tilfeingi. Avkastið skal enda í røttum stað. Hetta fer at styrkja um okkara geografisku støðu og er í trá við føroyska siðvenju.

 

Arbeiðspláss í nærumhvørvinum

Ein mýta, sum vit hoyra frá sentralistunum er, at tað er bíligari at leggja so nógv arbeiðspláss í miðstaðin, sum gjørligt, tí tað gevur synergi effekt og sparir skattakrónur. Og nú, tá ið tunnlarnir gera tað skjótari at koma fram, halda sentralistarnir, at tíðin komin at niðurleggja “dubult funktiónir” uttanfyri miðstaðin. Men sannleikin er, at kvadratmetrar í miðstaðnum kosta nógv meiri, enn teir í útijaðaranum, og spardar skattakrónur verða tí uppetnar av leigukostnaði. Og, sum øllum kunnugt, so er tað líka langt úr Klaksvík til Havnar, sum frá Havn til Klaksvíkar.

 

Um eitt lokalsamfelag skal trívast og mennast, er neyðugt við nógvum og fjølbroyttum arbeiðsplássum, sum liggja tætt við har, sum fólk búgva.

 

Bústað í nærumhvørvinum

Tey flestu ynskja at sleppa av búgva nær við teirra arbeiðspláss. Seinastu árini hava vit upplivað eina innrák av útlendskari arbeiðsmegi. Tað hevur ført við sær, at útboðið av bústøðum er minkað, og prísurin er farin nógv upp. Politiska svarið uppá tað er, at vit skulu byggja. Land og kommunur royna at fremja alskyns átøk fyri at fáa bygt meiri. Tað tykist sum, at vit eru við at glíða longur niður í ein kyksand av eini skuld. Og so kemur tann fíggjarligi spurningurin; skal kommunan, sum skyldar upp í móti 450 milliónir - líka nógv, sum Tórshavnar kommuna, sum er fimm ferð so stór, sum Klaksvíkar Kommuna - fara at leggja seg út í stóra bygging og seta stórar upphæddir í veð til at fíggja bústað til vanliga borgaran? Er tað ikki ein ávaring, tá ið arbeiðstakarar, sum J&K, stevna kommununi eftir 25 milliónum fyri ikki at halda sínar skyldur í samband við arbeiðstøkuna av ídnaðarøkinum undir Hamri?

 

Ein kommuna eigir ikki at byggja bústaðir til vanliga borgaran, tí tá fáa bert tey fáu ágóðan av hesum, í meðan restin rindar. Hettar er heldur ikki langtíðaravbjóðingin hjá okkum, tí fyri hvønn búðstað tað almenna byggir her, verða tíggju bygdir í miðstaðnum. Íløgan skal koma frá fólki og vinnulívinum, sum velja Norðoyggjar.

 

Vit mugu inn í dystin aftur

Skulu vit gera okkum galdandi, so mugu vit krevja okkara rætt. Vit kunnu ikki bara standa við hattinum í hondini og bíða eftir at fáa nakrar molar. Vit mugu aftur til fólkaræðið við fleiri valdømum. Vit eiga at krevja størri lut í tí, sum verður tikið upp úr okkara firðum. Vit mugu eisini tryggja at avkastið av ferðavinnuni endar í okkara kassa. Vit hava tørv á einum borgarstjóra, ið tekur lut í almenna kjakinum og setur Klaksvíkar Kommunu á kortið, sum næststørsta kommuna í landinum. Føroyar eru eitt land, ikki ein býur.

 

Skal gongdin vendast, mugu vit standa saman og gera vart við okkum. Tíðin rennur undan og fyri hvørt valskeið gerst útjaðarin veikari.

 

Tí spyrja vit - Hvønn veg, Norðoyggjar?

 

Hjalmar Zachariassen

Sjálvstýri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…